Framleiða portiónir í Saltangará

Í fleiri ár hevur virkið hjá Fiskavirking í Saltangará framleitt blokk í stórum nøgdum, men seinni í ár fer virkið ætlandi eisini at framleiða portiónir til útflutnings

Fiskivinna 

Tað kemur ikki so illa við hjá øllum virkjum, at flotin liggur, og eingin fiskur kemur uppá land teir fyrstu dagarnar í hesum árinum.

Flyta maskinur

- Vit verða ikki klárir at taka ímóti fiski hesa vikuna - og neyvan í komandi viku heldur, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará, Jason Johannesen.
  Á virkinum hava tey nevniliga úr at gera, nú ein partur av bygninginum, sum er bygdur uppí suðureftir, verður tikin í nýtslu.
  - Fyribils flyta vit nakrar av verandi maskinum suður í henda partin av bygninginum, men seinni í heyst fáa vit so eisini tvær nýggjar flow-linjur ella reinskerilinjur, sum skulu setast uppá virkinum. Eisini fáa vit ein bandfrystara, sum skal frysta portiónirnar, sum vit miðja eftir at framleiða seinni í hesum árinum, um vit náa so langt í ár, sigur Jason Johannesen.
  Í fleiri ár hevur Fiskavirking í Saltangará burtur av virkað upsa til blokk, og hendan framleiðslan fer ætlandi at halda fram.
  - Men sum frá líður, fara vit eisini at leggja okkum eftir at virka portiónir til útflutnings, sigur hann.

Betri umstøður

Nýggju flow-linjurnar, sum skulu setast uppá virkinum, eru kendar frá øðrum virkjum í Føroyum. Tær eru meira sjálvvirkandi enn gomlu linjurnar, sum eitt nú eru á virkinum í Saltangará.
  - Sum er, hava vit tríggjar av teimum gomlu reinskerilinjunum, har pláss er fyri 41 fólkum. Við nýggju flow-linjurnar verður pláss fyri 40 fólkum, og framleiðslukapasiteturin verður nakað størri enn í dag, tá ið hesar eru komnar upp at standa, sigur Jason.
  Tá ið ein partur av maskinunum eru fluttar í nýggja bygningin, verða arbeiðsumstøðurnar á virkinum nógv betri.
  - Á virkinum er nógv at gera í hesum døgum; gólv verða stoypt, rennur verða grivnar, og rør skulu leggjast, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará.