Fiskivinna
Fýra trolarar hava landað til Fiskavirking í Saltangará hesa vikuna.
Miðskeiðis í vikuni var Vesturskin við 1400 kassum ? ella umleið 130.000 pundum, harav 90.000 pund var upsi, sum virkið í Saltangará keypti. Vesturskin hevði eisini nakað av kongafiski, toski og øðrum fiskasløgum, sum onnur virki keyptu.
Hósdagin var Safir inni. Skipið var fult undir lúkurnar. Veiðan vá umleið 130.000 pund. Eini 120.000 pund var upsi.
Tá ið vit frættu fríggjamorgunin, vóru Jaspis og Ametyst inni. Teir høvdu góð 240.000 pund og vóru fullir undir lúkurnar. Meginparturin upsi.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Fiskavirking í Saltangará keypti veiðina hjá Jaspis. Fiskurin hjá Ametyst fór til onnur virki.
Ábøtur og broytingar
Á Fiskavirking í Saltangará verður fiskaarbeiði lagt stilt í viku 31, 32 og 33; tá fer fólkið í summarfrí, og samstundis verða nakrar ábøtur og broytingar framdar á virkinum.
Hetta er eitt gamalt virki, sum er útbygt so við og við, sum árini eru liðin.
Seinasta útbyggingin, er ein høll, sum er bygd suður úr virkinum.
Jason Johannesen sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein móttøkuhøll til fiskin sum samstundis er kuldarúm. Uppíbyggingin er einar 690 fermetrar.
- Tá ið høllin er liðug, er ætlanin, at hon eisini skal vera karmur um skiljing av fiski, sigur hann.
Virkisleiðarin sigur, at nú fólkið fer í summarfrí, verða ymiskar broytingar og ábøtur eisini framdar.
- Nøkur bond verða flutt og aðrar broytingar gjørdar, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar verða betur. Pláss verður eisini gjørt fyri tveimum nýggjum skerilinjum, men hesar verða ikki settar upp beinanvegin, sigur Jason.
Eingin køling
Hann vísir á, at umstøðurnar til móttøku av fiski eru nógv betri, nú tey hava fingið nýggju høllina, sum kølir fiskin.
- Fyrr høvdu vit bara ein kjallara at seta fiskin í, og tað haldi eg vera óforsvarligt í longdini.
Sum skilst á Jason Johannesen, hava nøkur virki køling í móttøkuhøllini, meðan onnur ikki hava.
- Tað kann kanska undra, at landingarmiðstøðirnar ikki hava køling í móttøkuhøllunum, sum átti at verið ein sjálvfylgja, sigur virkisleiðarin.