Vesturvón kom aftur úr Brentshavinum um vikuskiftið. Hann hevur fiskað 810 tons av flaki, sum verða løgd upp hjá Kloosterboer í Kollafirði og verða send til Onglands við farmaskipi.
Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at hesin fyrsti túrurin í ár vardi umleið hálvantriðja mánað. Teir royndu fyrst í norskum sjógvi, sigur hann, men fluttu síðan í rusiskan sjógv. Slagið er toskur og hýsa umframt eitt sindur av upsa.
Prísurin er lækkandi í løtuni, sigur reðarin. Men hann metir, at lastin man hava eitt viðri, sum liggur oman fyri 20 milliónir krónur. Manningarparturin plagar at liggja um 10 prosent av samlaða søluvirðinum. Lastin er ikki seld enn, sigur hann. Tað verður hon ikki, fyrr enn hon er komin til Grimsby.
Vanliga plagar Vesturvón at fara til Onglands við lastini, men so verður ikki hesaferð. Vanliga plaga teir at bunkra í Onglandi, har oljan er bíligari enn hjá okkum. Men tað ber ikki til hesaferð, tí skipið skal á beding í Føroyum, og tá skal tað vera tómt og lætt fyri at kunna verða tikið upp. Talan er um vanligt eftirlit og viðlíkahald, sigur Ólavur Petersen.
Farið verður avstað aftur, beinanveg skipið er klárt. Teir eiga ein túr eftir eystanfyri, sigur reiðarin.