Norðurlendsku ungdómsráðini hava havt ráðstevnu á Selatrað, har høvuðsevnið var Útnorðursamstarv.
Ráðstevnan, sum nú varð hildin á Selatrað, var onnur av tveimum árligum ráðstevnum, sum hildnar verða á skift í Norðurlondum. Hesaferð varð avgjørt, at hon skuldi vera í Føroyum, og vertirnir valdu so at halda hana í Skótadeplinum á Selatrað. Norðurlendska Ráðharraráðið rindar hesar ráðstevnurnar.
Formenninir og aðalskrivararnir í teimum norðurlendsku ungdómsráðunum luttóku á stevnuni. Tó vóru álendingar ikki við, sigur Kári Olsen, sum er aðalskrivari hjá Føroya Ungdómsráð.
Hann sigur, at sagt varð frá teimum royndum av ungdómsarbeiðinum, hvørt landið sær hevði at vísa á.
Kári Olsen sigur, at tey stóru Norðurlondini líkasum venda sær meira suður eftir í teirra altjóða arbeiði. Tey hava meira samband við Europa, tað vil siga ES.
Hendan møguleikan vildi Føroya Ungdómsráð eisini fegið havt, men sum er, ber tað illa til. Vit hava ongan sáttmála við ES sum ger, at vit kunnu luttaka á jøvnum førti við hini londini í slíkum samstarvi.
Hini Norðurlondini hava sáttmálar, sum gera, at millumtjóða samstarv tann vegin verður fíggjað av ES, meðan føroyingar sjálvir mugu gjalda alt, skulu vit vera við í slíkum.
Kári Olsen sigur, at hann hevur frætt frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, at ætlanir eru frammi um at royna at fáa eins slíkan sáttmála í lag.
Norðurlendsku Ungdómssambondini luttaka dúgliga í tí politiska arbeiðinum úti í heimi. Eitt nú hava tey verið serliga virkin í arbeiðinum við demokratiseringini av gomlu kommunistalondunum eystanfyri.
Eisini hava serliga finnar verið sera áhugaðir í at fáa sonevnda »Barentsøkið« við í samstarvið. Teir hava arbeitt dúgliga við at hjálpa teimum har uppi í gongd við altjóða ungdómsarbeiði.
Føroya Ungdómsráð metir, at um føroyingar høvdu havt somu møguleikar sum hini Norðanlondini til at luttikið í altjóða arbeiðinum, hevði tað styrkt føroyska ungdómin munandi og gjørt hann betri føran fyri at viðgjørt fleiri altjóða mál, sigur Kári Olsen, aðalskrivari í Føroya Ungdómsráð.