- Vit fara av Havnini kl 10 og verða í Stóru Dímun millum kl 13 og 14, sigur Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum. Hann sigur, at hetta er ein sera upplivingarríkur túrur, tí stórt fuglameingi er í oynni.
- Vit fara í land í fjøruni og ganga upp gjøgnum Kleivina. Tey sum orka og hava hug sleppa heilt upp á toppin á oynni. Men tað er sera áhugavert at ganga í fjøruni og síggja allan fuglin har og har er eisini nógvur kópur at síggja, sigur Birigr Enni.
Hetta er fyrsti túrur hjá Norðlýsinum til Dímunar í ár, men væntandi verður ein túrur gjørdur aftur sunnudagin. Annars hevur Norðlýsið gjørt regluligar túrur til Dímunar seinastu 16 árini.
Steðgurin í Dímun í morgin verður í umleið fýra tímar. Farið verður av Bursatanga í Havn í morgin kl 10 og komið verður væntandi aftur kl 20.









