? Tað ber ikki til at bróta persónliga frælsið við at fara at plombera bilarnar, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður við ferðslumálum, ið als ikki heldur hugskotið vera gott.
Landsstýrismaðurin í ferðslumálum ger vart við trupulleikar, ið standast av ætlanini, um farið verður til Týsklands. Somuleiðis tekur hann eitt dømi, tá hann sjálvur var Niðri og ferðaðist í summar.
? Ferðin á bilunum á donsku motorvegunum var í heilum 130 - 140 km/t, sigur hann, og leggur aftur at, at vandi kann standast av, at tað ikki ber so væl til at økja um ferðina knappliga, kemur tú í vanda, sigur landsstýrismaðurin, ið heldur, at tað ístaðin átti at verðið hugt at teimum ferðslubólkum, ið eru uppi í ferðsluvanlukkunum í Føroyum.
? Bilurin hevur sera stóran týdning fyri nógv fólk. T.d. njóta fólk at fara suður eftir at ferðast í bili. Harumframt eru nógvir ósvaraðir spurningar í hesum máli; t.d. hvussu kostnaðarmikil ein plombering er, sigur Finnbogi Arge.
Hann ivast í, um verksmiðjurnar vilja plombera bilarnar, áðrenn teir verða fluttir til Føroya.
? Tískil verður tað óivað sera kostnaðarmikið, heldur hann.
Formyndarasamfelag
Eina tíð hevur verið arbeitt við broytingum í ferðslulógini, og væntandi verða uppskotini latin løgtinginum til viðgerðar áðrenn árslok. Lagt verður t.d. upp til harðari revsing fyri at koyra ov skjótt.
? Hesa leið halda vit vera frægari, enn at fara og gera eitt formyndara-samfelag við lógum, ið neyvan fara at verið hildnar, sigur Finnbogi Arge, og nevnir prutl og skutarar, ið sum kunnugt javnan verða útboraði við tí fyri eyga at økja um ferðina.
Niðurstøðan hjá Finnboga er púra greið. Sambært honum ber ikki til at plombera bilarnar, tí persónliga frælsið verður skert, og føroyingar ikki skulu vera verri fyri enn onnur lond í Evropa tá talan er um flytføri.