Stór arktisk ráðstevna verður hildin í Føroyum

Útlendskir politikarar koma til Føroya á ráðstevnu

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar í samstarvi við Arctic Circle fyri ráðstevnuni Arctic Hubs 8. og 9. mai. Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.

Arctic Circle-ráðstevna er í Reykjavík á hvørjum ári, og seinastu trý árini hava økisráðstevnur verið í Alaska, Singapore, Nuuk, Quebec, Washington og Edinburgh. Nú standa Føroyar fyri tørni, og væntað verður, at talan er um eina ta størstu altjóða ráðstevnum í Føroyum yvirhøvur.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Ólafur Ragnar Grímsson, fyrrverandi íslendskur forseti, verða samvertir fyri ráðstevnuni.

– Arktis og økini í Norðurhøvum hava seinnu árini fingið alsamt størri týdning í altjóða høpi, og fremstu búskapirnir í Asia og Evropa, og USA og Russlandi, stremba eftir at styrkja um teirra støðu og leiklut í Arktis. Hesar rembingar hava við sær hópin av nýggjum møguleikum fyri Norðurlond, ikki minst Føroyar, Ísland og Grønland, sigur Ólafur Ragnar Grímsson, formaður fyri Arctic Circle.

– Landsstýrið er fegið um høvið at verða vertur fyri einum hópi at altjóða gestum. Økta áhugan fyri Arktis merkja vit dagliga. Tí arbeiða vit miðvíst fyri at tryggja føroysk áhugamál og deila føroyska vitan viðvíkjandi Arktis. Ráðstevnan fer uttan iva at lata hurðar upp fyri nýggjum møguleikum hjá Føroyum sum arktiskari tjóð og ikki minst hjá føroyskum vinnulívi, sigur Poul Michelsen.

Á Arctic Hubs luttaka politikarar, granskarar, vinnulívsfólk, sendifólk og onnur úr øllum heiminum. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á útvald evni, ið hava týdning fyri londini í Arktis og økið sum heild.

Millum høvuðsrøðarar á ráðstevnuni verða:

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri
  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og varaløgmaður
  • Sigurður Ingi Jóhannsson, íslendskur samferðslumálaráðharri, og fyrrverandi forsætisráðharri Íslands
  • Alasdair Allen, skotskur ráðharri fyri altjóða menning og Evropa
  • Gao Feng, arktiskur sendiharri hjá Kina
  • Anne-Marie Coninsx, sendikvinna hjá ES fyri Arktis
  • Kang Jeong-sik, sendiharri fyri Arktis hjá Suður Korea    
  • Kristin Røymo, borgarstjóri í Tromsø