Fróðskaparsetrið skrivar, at skaldsøgan Barbara, sum kom út í 1939, er ivaleyst ein hin kendasta og mesta lisna føroyska skaldsøgan nakrantíð. Javnan verður Barbara givin út av nýggjum, og tvær ferðir er skaldsøgan gjørd til film.
Nógv er skrivað og sagt um høvuðspersónin Barbaru, og í Føroyum er ikki minni áhugi fyri rithøvundinum Jørgen-Frantz Jacobsen, sum doyði einans 37 ára gamal í 1938 uttan at vera heilt liðugur við handritið til skaldsøguna. William Heinesen gjørdi handritið klárt til prentingar.
Bókin er úrslit av ráðstevnu á universitetinum í Keypmannahavn í 2022 og eitur Barbara i høj sø. En antologi om Jørgen-Frantz Jacobsens hovedværk. Bergur Rønne Moberg og Erik Skyum-Nielsen hava ritstjórnað.
Tveir granskarar á Fróðskaparsetri Føroya hava latið hvør sína grein til útgávuna.
Malan Marnersdóttir hevur skrivað um “Mændenes Barbara. Tanker om kønnenes og kærlighedens økonomier”, og Bergur Djurhuus Hansen hevur skrivað greinina “Afradikalisering. Barbara og erindringen om Jørgen-Frantz Jacobsen”.
Tað er forlagið Multivers, sum gevur út.
Til ber at lesa inngangin hjá Bergi Rønne Moberg og Erik Skyum-Nielsen her.










