Í dag hava myndugleikarnir í Russlandi og India upplýst, at russiski forsetin fer at vitja í New Delhi hin 4. og 5. desember.
- Vladimir Putin er boðin á vitjan í India av landsins forsætisráðharra, Narendra Modi, veit tíðindastovan, NTB, at siga í morgun.
Í indiska uttanríkisráðnum verður sagt, at vitjanin hjá russiska forsetanum ætlandi skal styrkja sambandið landanna millum.
Viðurskiftini millum India og vesturheimin eru eitt sindur kroyst í løtuni orsakað av indiska innflutninginum av russiskari olju.











