seglini og er nú bert tvey stig frá silvurplássinum. Komandi leygardag fáa vágbingar nakað annað at hugsa um, tí tá trína teir inn á europeiska leikpallin í Hvalba. Sunnudagin vann VB 2-0 á Sumba, og fyri [...] í ár, hava heldur ikki havt neyðugu eydnuna við sær, og nú eru ósigrarnir blivnir stórir. Sunnudagin fingu teir aftur ein mann riknan av vølli, og harafturat mistu teir málmannin. KÍ, sum undan vikuskiftinum [...] við javnleikum í hesum døgum, og um fuglfirðingar ikki skjótt lata seg í vinnaraskógvarnar, kann tað enda við 2. deildarfótbólti í 1999. GÍ fekk trý hart tiltrongd stig og tók seg upp úr botninum. Men tað
stjóri í Mærsk Olie og Gas, og hann er samtíðis ein av oddamonnunum í stóra AP Møller samtakinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum, og stendur tað til hansara og feløgini, sum hann arbeiðir [...] burturav Mærsk Olie og Gas hevur higartil verið rættiliga varið við at gera viðmerkingar til oljuleiting og møguleikan at finna olju við Føroyar. Bo Wilfang sigur, at teir arbeiða miðvíst og vísir tað seg, [...] týdning her og nú, tí tá feløg fara inn í nýggj øki, so rokna tey við einum útviklingi kanska eini 10-15-20 ár fram. Tí eru oljuprísir eitt ella tvey ávíst ár ikki avgerandi. Samtakið, sum Mærsk Olie og Gas er
ferðavinnan niður í lítið og einki. Tað førdi til stórt arbeiðsloysi og fólk fluttu inn á meginlandið. Í 1962 varð skattaprosentið lækkað niður í 20 pst., fyri at fáa fólk at støðast, og eisini at fáa fyritøkur [...] kanningarferð á Isle of Man og Álandi. Hann hevur sett sær fyri at vita, hvussu aðrir oyggjabólkar hava skipað seg vinnuliga, eins og fyri at kanna, hvør munurin er har og hjá okkum viðvíkjandi vinnuligu [...] vinnur? Munurin er, at vit í Føroyum fyrst og fremst hugsa um egna tilfeingi. Vit kunnu siga, at álendingar og Isle of Man búgvar hugsa meira á altjóða øki, og duga at finna virðir uttan fyri oyggjarnar
i. Stovnurin hevur bundið ein stóran part av tøka peninginum í virðisbrøv og hesi verða keypt og seld alt eftir kursvirði. Og sigast má at hesin handil hevur hilnast stak væl hjá stovninum. Í 1997 hevði [...] Rentuinntøkur stovnsins eru falnar við uml. 5 milliónum og tað er ikki so lítið tá husað verður um, at samlaðu rentuinntøkurnar av útlánum bert vóru 20,2 mió. krónur í 1997. Samstundis eru rentuútreiðslurnar [...] fyri at reka Realkreditstovnin eru ikki broyttar stórvegis. Útreiðslurnar til lønir og samsýningar eru eins stórar og tær vóru í 1996, ella góðar 1,4 mió. krónur. Hinvegin eru aðrar umsitingarútreiðslur
uttan ov stóra hjáveiði av toski og hýsu. Royndirnar, vit gjørdu við rist í 1996, vístu so góð úrslit, at hjáveiðan av rundum fiski minkaði heilt úr 50-60% %, niður í eini 20%. John Petersen sigur, at í fjør [...] upsan, um tað var loyvt at fika tosk og hýsu á hesum leiðum við línu? Tað kann væl verða. Men vit royna at flygja teimum tilmælum vit fáa, so væl sum tilber. Og viðhvørt mugu vit seta óneyðug tiltøk [...] fiskivinnupolitikkinum Vit mugu skera ígjøgnum og hugsa um at fáa sum mest burturúr fyri heildina, sigur John Petersen. Men sjálvandi lurta vit eftir vinnuni og serfrøðingurin so langt sum tilber Hann gongur
nútímans kei-, havna- og goymslufacilitetum. Talan er um stóra og sera áhugaverda verkætlan, sum, tá avtornar, er mett at kosta einar 50 mill. kr. Her er so bæði talan um íløgur í havnina ol. og um rakstaríløgur [...] gur annars. Eftir avdúkingina í gjár fingu umboð fyri landsstýrið, løgtingið og myndugleikar og vinnulív á Tvøroyri eina kunning um verkætlanina. Alstóran týdning Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er [...] fyritøku sum Danbor Service. Útgerðarhavnin í Esbjerg hevur í meira enn 20 ár veitt tænastur til einasta framleiðaran av olju og gassi í danska partinum av Norðsjónum, DUC, (Dansk Undergrunds Consortium)
skønnes at kunne bære. Den beløber sig til 900 mio. kr. + 500 mio. kr. i rente og afdragsfrit lån (afdrages, hvis der indenfor 20 år startes udvinding af råstoffer), + en reduktion af rentebyrden for den [...] Færingerne har det stadig ikke for godt, økonomisk set. Det færøske erhvervsgrundlag er enstrenget og svagt, og aftalens smukke ord om en selvbærende færøsk økonomi er nemmere skrevet end ført ud i livet. Ønsket [...] blive selvhjulpen desværre, at det færøske omkostningsniveau og levefoden reduceres, så den kan blive lønnende at producere på Færøerne og muligt at skabe tilstrækkeligt mange arbejdspladser. Erkendelsen
løtu í dystinum, misti heimaliðið ondina, og stutt seinni økti Maria Jacobsen til 2-0, og so var liðugt. Malena Josephsen tók seinni sakina í egnar hendur og setti fleiri LÍF-arar av, áðrenn hon legði [...] KÍ vann 3-0 í Leirvík og yvirhálaði EB á stigatalvuni, men annars hendu ikki tær stóru broytingarnar í bestu deildini hjá kvinnum um vikuskiftið. B36 og HB hava framvegis fult stigatal fyri fýra dystir [...] sum komandi sunnudag taka ímóti júst NSÍ til ein veruligan botngysara. Eins og menninir vóru B36-kvinnurnar eisini í Runavík og spældu á Skálafjarðarstevnu. B36 vann sum væntað, men tað var als ikki nakar
1980-árunum og fyrst í 1990-árunum gjørdi felagið eisini royndir við at ala kalva. Hesar steðgaðu tó fyribils, tá ið felagið fór undir eina verkætlan við toski. Hendan verkætlanin er nú liðug og leiðslan [...] sum ala kalva, og tað átti eisini at borið til hjá okkum. Tá ið kalvaalistøðin í Nesvík stendur liðug um nøkur ár, er ætlanin, at har skulu vera allir møguleikar at strúka, klekja og startfórða kalva [...] Prísurin á kalva liggur í løtuni frá eini 60 upp í 80 krónur. Hann hevur hildið sær á hesi leguni, og tað sær ikki út, sum hann fer at fella nógv í framtíðini. Prísurin er sjálvandi ein fyritreyt fyri
Miðalprísurin á neytunum liggum um 20 - 22 kr. pr. kg. Neytini verða bólkað og fáa so ein ávísan prís. Fyri ungneyt gevur MBM-Kjøt 22,50 kr. pr. kg. og fyri 1. floks mjólkineyt 20 kr. pr. kg. Eftirspurningurin [...] kjøti er vaksandi, og 15 neyt høvdu vit uttan trupulleika klárað at slaktað og selt hvørja viku. ? Vit selja fyrst og fremst til tær stóru heilsølurnar: Miklagarð, Keypsamtøkuna og Kjøthandilin í Klaksvík [...] at vaska og reingera amboðini og hølið, samstundis sum alt verður tikið upp. Eitt nú skulu vembur tømast og innmaturin takast upp. Hinir dagarnar verða mest nýttir at stykkja kjøtið sundur og gera tað