HB beindi allan iva til viks

Fótbóltur: Oddaliðið í 1. deild staðfesti sína støðu sum besta lið í landinum í løtuni. Í niðara enda av stigatalvuni sær tað alsamt daprari út hjá TB, sum eisini hesa ferð fekk ein mann riknan av vølli

Nógv gjørdist, um ikki heilt greitt, so í øllum førum greiðari eftir sjeynda umfar í bestu fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Tað er greitt, at tað fer at verða sera torført hjá hinum liðunum at steðga HB, sum bert skal halda sær frá at gera nakað býtt og steðga sær sjálvum, tí so er fyrsta FM-heitið síðani 1990 sera væl áleiðis.

Tað gjørdist eisini greitt, at TB nú er greiður niðurflytingarkandidatur. Tvørámenn hava als einki fingið burtur úr higartil í ár, hava heldur ikki havt neyðugu eydnuna við sær, og nú eru ósigrarnir blivnir stórir. Sunnudagin fingu teir aftur ein mann riknan av vølli, og harafturat mistu teir málmannin.

KÍ, sum undan vikuskiftinum varð mett sum liðið, ið fram um øll onnur kundi hótta HB ? tað eru teir fyri sovítt framvegis ? hevði sín ringasta dag higartil í landskappingini og tapti 4-0 í Gundadali í einum oddadysti, sum ongantíð bleiv til tað, áskoðararnir høvdu roknað við.

NSÍ tók seg upp á annað plássið, men runavíkingar eru í løtuni í so óstøðugur til at kunna hótta oddaliðið. Tað eru føroyameistararnir B36 eisini. Leygardagin taptu teir 0-2 móti júst NSÍ, sum uttan at spæla upp til sítt besta ikki hevði veruligar trupulleikar av árstalsliðnum.

ÍF bíðar framvegis eftir sínum fyrsta sigri í landskappingini. Tað var heldur ikki væntað, at hann skuldi koma móti GÍ, men ein kemur ikki langt við javnleikum í hesum døgum, og um fuglfirðingar ikki skjótt lata seg í vinnaraskógvarnar, kann tað enda við 2. deildarfótbólti í 1999.

GÍ fekk trý hart tiltrongd stig og tók seg upp úr botninum. Men tað er enn langt eftir á mál hjá gamla stórliðnum, um teir skulu røkka somu hæddir, sum teir hava verið á seinastu árini.

VB við Jón Paula Olsen á odda hevur aftur fingið vind í seglini og er nú bert tvey stig frá silvurplássinum. Komandi leygardag fáa vágbingar nakað annað at hugsa um, tí tá trína teir inn á europeiska leikpallin í Hvalba.

Sunnudagin vann VB 2-0 á Sumba, og fyri sumbingar merkti ósigurin, at GÍ yvirhálaði teir á stigatalvuni.

B68 er framvegis væl við í kappingini, og 5-0 sigurin á Sevmýri leygardagin hevði við sær, at málúrtøkan nú eisini sær heilt brúkilig út.

Nú eru bert tvey umfør eftir til summarsteðgin. Tíðin hevur gingið skjótt, og tá kappingin byrjar aftur tann 2. august, verður tað m.a. við nýggjum graslíki í Gundadali og við útlitum til landskappingardystir á grasvøllinum á Toftum, men uttan nakra steypafinalu at hugsa um. Soleiðis broytist so mangt, eisini í fótbólti.