Landsstýrið kannar vinnumál í oyggjalondum

Finnbogi Arge, landsstýrismaður og føroysk embætisfólk hava verið á kanningarferð í oyggjalondum, fyri at vita hvussu slík samfeløg hava skipað sín vinnupolitikk

Nú skulu Føroyar hava skipaðan vinnupolitikk.

Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal stinga út í kortið, hvør kósin skal vera. Í arbeiðsbólkinum sita Karen Toftegaard, formaður, Jens Christian Justinussen, skrivari, saman við embætisfólkum í vinnumálastýrinum.

Arbeiðsbólkurin hevur saman við landsstýrismanninum í vinnumálum, verið á kanningarferð á Isle of Man og Álandi.

Hann hevur sett sær fyri at vita, hvussu aðrir oyggjabólkar hava skipað seg vinnuliga, eins og fyri at kanna, hvør munurin er har og hjá okkum viðvíkjandi vinnuligu møguleikunum.


Oyggjalond í blóma

­ Tað vísir seg, at nøkur oyggjalond hava blómandi vinnulív, og hava ment nýggjar vinnugreinar við góðum úrsliti. Vit hava kannað búskaparligu, geografisku og vinnuligu økini, sigur landsstýrismaðurin, sum samstundis var á almennari vitjan í báðum oyggjalondunum, har hann hitti sínar starvsfelagar.

Finnbogi Arge sigur, at stórur munur er á hesum báðum londunum. Eitt nú er Isle of Man lágskattaland, har skattaprosentið er 20 pst., meðan skattsligu viðurskiftini á Álandi líkjast okkara.


Bretar vitjaðu áður

Søguliga var Isle of Man áður staðið, har bretar leitaðu í summarfrítíðini. Ferðavinnan var tá høvuðsvinnan, men tá hópferðirnar við flogførum byrjaðu at flyta fólk suðureftir í sekstiárunum, minkaði ferðavinnan niður í lítið og einki. Tað førdi til stórt arbeiðsloysi og fólk fluttu inn á meginlandið.

Í 1962 varð skattaprosentið lækkað niður í 20 pst., fyri at fáa fólk at støðast, og eisini at fáa fyritøkur at stona nýggj arbeiðspláss. Tá fólk og fyritøkur funnu útav, at tað skattsliga var ein fyrimunur at flyta til Isle of Man, broyttist støðan.


Altjóða virksemi

Nýggjar vinnur tóku seg upp, eitt nú altjóða bankavirksemi, tryggingarvirksemi og eisini fingu skipafeløg góðar treytir. ­ Hetta skapti altjóða vinnuvirksemi á Isle of Man, sum alternativar vinnur. ið ikki beinleiðis vóru tengdar at tilfeinginum í landinum, sigur landsstýrismaðurin.

­ Kunnu royndirnar í hesum oyggjalondum vera við til at geva føroyingum hugskot um nýggjar vinnur?

­ Munurin er, at vit í Føroyum fyrst og fremst hugsa um egna tilfeingi. Vit kunnu siga, at álendingar og Isle of Man búgvar hugsa meira á altjóða øki, og duga at finna virðir uttan fyri oyggjarnar.

­ Tað vísir okkum, at vit mugu hugsa meira altjóða vegin um alternativar vinnur, enn bert um, hvat vit kunnu fáa burturúr t.d. fiskivinnuni, sigur Finnbogi Arge.


Fakfeløgini og vinnan

­ Vil tað siga, at Landsstýrið umhugsar at seta lønarlækking í gildi, sum áður hevur verið nevnt í sambandi við Isle of Man, og sum Fólkaflokkurin áður hevur tosað um?

­ Tað er ein misskiljing at vit vilja fremja lønarniðurskurð. Vit vilja lækka skattin, og vit vildu helst, at fakfeløgini bóðu um skattalætta, heldur enn lønarhækking, sum bert dýrkar um framleiðslukostnaðin.

­ Er tað ikki sum at vísa tarvi reytt, at bjóða fakfeløgunum skattalætta ístaðin fyri lønarhækking?

­ Tað er møguligt, men tað er eisini øgeliga harmiligt. Størsta forðingin er, at fakfeløgini ikki duga at síggja fyrimunin í skattalætta heldur enn í lønarhækking, og tað forðar fyri at vit kunnu menna vinnulívið, sigur Finnbogi Arge.