Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger heimagjørd páskaregg

Fram ímóti páskahøgtíðini hava starvsfólkini í Køkinum á Landssjúkrahúsinum gjørt serlig páskaregg til sjúklingarnar, sum eru innløgd á páskum

Landssjúkrahúsið skrivar, at fram ímóti páskahøgtíðini hava starvsfólkini í Køkinum á Landssjúkrahúsinum gjørt serlig páskaregg til sjúklingarnar, sum eru innløgd á páskum.

 

Tey vanligu marsipan og sjokulátaeggini eru altíð góð og smakka væl, men tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at fáa sær av hesum.

 

Fyri Køkin hevur tað týdning, at tað verður gjørt nógv burturúr, so øll fáa okkurt gott á páskum. Tí hava tey millum annað gjørt heimagjørd kinderegg til børnini og grating egg til tey, ið hava tyggi- og svølgi trupulleikar.

 

At arbeiða við hesum, er somuleiðis mennandi fyri lærlingarnar í køkinum, saman við útlærdum starvsfólkum læra tey at framleiða ymiskt til matna til øll á Landsjúkrahúsinum, eisini á páskum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##