? Kalvi er ein dýrur fiskur. Hartil trívist hann væl á okkara farleiðum, so fyritreytirnar skuldu verið góðar at henda verkætlanin skal eydnast, sigur Símun Joensen, stjóri á P/F Fiskaaling.
? Prísurin á kalva liggur í løtuni frá eini 60 upp í 80 krónur. Hann hevur hildið sær á hesi leguni, og tað sær ikki út, sum hann fer at fella nógv í framtíðini. Prísurin er sjálvandi ein fyritreyt fyri, at tað skal loysa seg, sum vit fara í gongd við.
Prísurin á laksi var eisini høgur, tá ið laksaalingin byrjaði, men hann fall rættiliga nógv eftir fáum árum. Hetta heldur Símun tó ikki fer at henda við eini møguligari kalvaaling. Tað verður als ikki í sama mátistokki, ein møgulig kalvavinna fer at vera, samstundis sum eftirspurningurin eftir kalva er rættiliga høgur.
Toskaroyndirnar lidnar
Ætlaninar hjá Fiskaaling umfata alt frá at skapa umstøður og gera royndir av kalvaaling til at skapa møguleika hjá áhugaðum at fara undir vinnuligt virksemi av kalvaaling.
Fyrstu fyrireikingarnar til kalvaalingina eru longu byrjaðar, men til heystar verður rættiliga farið í gongd við hesar ætlanirnar. Síðst í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum gjørdi felagið eisini royndir við at ala kalva. Hesar steðgaðu tó fyribils, tá ið felagið fór undir eina verkætlan við toski. Hendan verkætlanin er nú liðug og leiðslan í felagnum hevur avgjørt at fara undir aftur royndirnar við at ala kalva.
Royndirnar við toski vóru partvís gjørdar í Nesvík, og síðani tær royndirnar vóru lidnar, hevur Fiskaaling næstan einki virksemi havt í Nesvík. Men nú ætlanirnar við kalvaalingini eru komnar framaftur, veksur virksemið aftur í Nesvík.
Byggja kalvaalistøð
? Ætlanirnar longur fram eru at hava kalva gangandi í ringum. Í Noregi eru fleiri, sum ala kalva, og tað átti eisini at borið til hjá okkum.
Tá ið kalvaalistøðin í Nesvík stendur liðug um nøkur ár, er ætlanin, at har skulu vera allir møguleikar at strúka, klekja og startfórða kalva.
? Tað tekur tó langa tíð at gera hesar royndirnar, og um royndirnar eydnast, ganga tað eisini nøkur ár, áðrenn nakað vinnuligt virksemi spyrst burturút, sigur Símun.
Sjálvur heldur Símun, at tað er neyðugt eisini at royna nakað nýtt. Sum nú er, stendur alivinnan fyri eini 20 - 25 % av øllum útflutningsvirðinum. Aling av kalva kundi hæðkað um henda partin av alivinnuni. Hann heldur, at um vit skulu vera kappingarførir, so er hetta neyðugt.