Millum tey mongu oljufeløgini, sum hava vitjað í Føroyum í seinastuni er eisini Mærsk Olie og Gas. Danska felagið er við í oljusamtaki saman við Amoco, Deminex og Fina.
Umboð fyri feløgini kunnaðu Oljufyrisitingina um tey úrslit feløgini higartil eru komin til umframt at tey nýttu høvið at hitta nýggja landsstýrismannin í oljumálum, Eyðun Elttør.
Bo Wilfang er stjóri í Mærsk Olie og Gas, og hann er samtíðis ein av oddamonnunum í stóra AP Møller samtakinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum, og stendur tað til hansara og feløgini, sum hann arbeiðir saman við, so verður hetta neyvan heldur seinasta ferðin.
Skilagott við oljumálaráðharra burturav
Mærsk Olie og Gas hevur higartil verið rættiliga varið við at gera viðmerkingar til oljuleiting og møguleikan at finna olju við Føroyar. Bo Wilfang sigur, at teir arbeiða miðvíst og vísir tað seg, at treytirnar í sambandi við eina útbjóðingarrundu verða rímuligar, so fara teir at umhugsa at vera við.
Bo Wilfang heldur tað vera eitt tekin um, at føroyingar leggja stóran dent á oljumál, at man nú hevur sett ein landsstýrismann, sum burturav skal taka sær av hesum málum. Sjálvur heldur hann hetta vera skilagott, og hóast eingin enn veit, um olja finst her, so kann hetta vera við til at skapa fortreytir fyri eini komandi oljuleiting.
-Vit hittu landsstýrismannin og halda, at hetta var ein góður fundur. Nú síggja vit fram móti, at føroyingar fara at bjóða út øki til leiting, og alt eftir, hvørjar treytirnar verða, fara vit so at taka støðu til, um vit skulu vera við.
Uppá fyrispurning um teir fingu nakran varhuga av, nær ein komandi útbjóðing verður sigur Bo Wilfang, at landsstýrismaðurin ikki kom nærri inn á hetta, men gav kortini til kennar, at ein loysn á marknatrætuni við bretar hevði verið tað besta grundarlagið fyri eini komandi útbjóðing.
Hvussu stóran týdning heldur Mærsk Olie og Gas tað hava fyri eina komandi útbjóðing, at marknatrætan er loyst?
-Eg haldi, at tað hevði verið skilagott, um marknatrætan varð loyst, áðrenn eini útbjóðing. Hetta tí at vit halda, at nøkur av teimum mest áhugaverdu økjunum helst liggja í umstríddum umráði.
Bo Wilfang ger vart við, at her kortini er talan um ókend øki, men tó liggja tey nærri teimum økjunum á bretska landgrunninum, har oljufund eru gjørd.
Langtíðarætlanir
Heldur Bo Wilfang, at ?vandi? er fyri, at fleiri oljufeløg fara at taka seg aftur av føroyska økinum, um ein útbjóðing verður útsett?
-Nei, men skulu tit varðveita áhugan hjá oljufeløgunum, eiga tit helst at skunda tykkum við at fáa markið upp á pláss. Ein skal heldur ikki gloyma teir lágu oljuprísirnar.
Hann heldur kortini ikki, at oljuprísirnir hava so avgerandi týdning her og nú, tí tá feløg fara inn í nýggj øki, so rokna tey við einum útviklingi kanska eini 10-15-20 ár fram. Tí eru oljuprísir eitt ella tvey ávíst ár ikki avgerandi.
Samtakið, sum Mærsk Olie og Gas er partur av, hevur verið fyri broytingum, síðani tað varð skipað frá fyrstan tíð. Tá var Fina operatørur og felagið Union Texas var við. Síðani er Union Texas farið úr samtakinum og er so keypt upp av oljufelagnum Arco. Stóra amerikanska oljufelagið Amoco, sum leingi hevur arbeitt á føroyaøkinum, er síðani komið uppí samtakið og er vorðið operatørur.
Bo Wilfang heldur samtakið er vorðið styrkt nógv við at hava fingið Amoco við, tí felagið hevur eitt nú drúgvar royndir at bora á djúpum vatni og hevur eisini verið rættiliga virkið á bretskum øki.
-Hetta er eitt sera roynt felag og ein kann siga, at her er talan um ein Pan-europeiskan bólk, har hvørt av feløgunum hevur sína styrki.
Stjórin í Mærsk Olie og Gas vil einki siga um tey kanningarúrslit teir eru komnir til. Arbeitt verður víðari við kanningunum.
Útgerðarhavn næst feltunum
Herfyri hoyrdist, at eitt av dótturfeløgunum hjá AP
Møller, Danbor Service í Esbjerg hevur í hyggju at samstarva við føroyingar um at leggja eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi. Vit spurdu stjóran í Mærsk Olie og Gas, um hann heldur tað vera skilagott at leggja oljuútgerðarhavnina í Suðuroynni?
-Tað má Danbor avgera. Men sæð við eygunum hjá oljufeløgunum vil ein plasering næst økjunum, har leitað verður, verða tað mest attraktiva.
-Sjálvt um tú hevur nógv betri facilitetir og umstøður í eitt nú miðstaðarøkinum?
-Í sambandi við leiting skal ein ikki brúka nógv annað enn eina kei og goymslufacilitetir.
Bo Wilfang viðgongur, at Suðuroyggin uttan iva liggur nærri áhugaverdum leitiøkjum enn aðrir partar av Føroyum.