Nei, eg haldi ikki, at stýringin er óskipað og tilvildarlig. Tað er bara tað, at viðhvørt má eg skera ígjøgnum tí tað ber ikki til at gera øll tilpass.
John Petersen, fiskimálaráðharri er ikki samdur við atfinningarnar hjá formanninum í vinnunevndini í greinini omanfyri.
Hann sigur t.d. um trolingina, sum er byrjað innanfyri 12 fjórðingar, at bátar hava trolað innanfyri 12 fjórðingar síðani í sjeytiárunum.
Tað er eitt mál, vit hava arbeitt við øll árini, tí fiskurin, teir fáa, verður bara tikin við troli.
Samstundis hevur samfelagið ikki ráð at lata fiskin liggja ónýttan
Tað, vit hava arbeitt við, er, spurningurin, hvussu vit fáa fiska henda flatfiskin til høldar uttan ov stóra hjáveiði av toski og hýsu.
Royndirnar, vit gjørdu við rist í 1996, vístu so góð úrslit, at hjáveiðan av rundum fiski minkaði heilt úr 50-60% %, niður í eini 20%.
John Petersen sigur, at í fjør vóru loyvir givin eftir teimum forskriftunum.
Tær royndir, vit hava gjørt, vístu, at at nú eru vit komin so langt á mál við at fiska flatfisk reint, at sama skipan fór at verða sett í verk aftur í ár.
John Petersen sigur, at allir partar í fiskivinnuni vistu, at vit fóru at halda fast um hesa skipanina í ár.
Hann dugir ikki at síggja, at trolingin á landleiðini fer at oyðileggja meiri fyri summarróðurin nú, enn hon hevur gjørt øll árini síðani í sjeytiárunum.
Spurningurin er, hvussu eitt samfelag, sum livir av fiski, útnyttar rávøruríkidømi best møguligt.
Og við ristini ber til fáa fisk, vit annars ikki fáa fatur á, uttan at hava nakra serliga hjáveiði av øðrum fiski.
Men trolmenn hava fortalt fyri Heina, at tað var óneyðugt at fara longur inn enn á níggju fjórðingar, har farið er inn á seks, og at tað var óneyðugt at lata upp áðrenn 1. juni?
Hasin spurningurin er nógv viðgjørdur. Men Fiskirannsóknarstovan hevur mælt til at lata nógv fleiri øki á landleiðini upp fyri troling.
Í grundini mælir Fiskirannsóknarstovan til frælsa troling innanfyri 12 fjórðingar.
Tó hava vit avmarkað trolingina til ávís øki, nettupp fyri at sleppa undan ov stórum ósemjum ímillum teir smáu útróðrarbátarnar og trolbátarnar, sigur fiskimálaráðharrin.
Ganga øllum ov nær
Men hvat við gýtingarfriðingini norðanfyri. Er tað ikki ábyrgdarleyst at troka smábátar útum 12 fjórðingar?
Hatta er ein neyðsemja. Viðhvørt mugu vit gera neyðsemjur sum ganga øllum pørtum ov nær fyri yvirhøvur at fáa eina semju.
Ætlanin var at geva húkinum frið innanfyri 12 fjórðingar norðanfyri.
Men tilmælini, eisini frá vinnuni, gekk út uppá at friða fyri øllum reiðskapi.
Kanska skuldu vit havt friða fleiri gýtingarleiðir fyri línuni, men hetta er so tað, vit samdust um.
Friða óneyðugt
Men er nakar logikkur í at friða gýtingarleiðir hjá upsan fyri línu?
Tað skal eg ikki mótmæla. Men onkuntíð koma vit í tað støðu, at vit mugu seta óneyðug tiltøk í verk fyri fáa semju ímillum fleiri vinnubólkar.
Annars haldi eg, at skulu vit friða fyri gýting, so skulu vit friða fyri øllum.
Men hevði tað ikki verið ein fyrimunir fyri upsan, um tað var loyvt at fika tosk og hýsu á hesum leiðum við línu?
Tað kann væl verða. Men vit royna at flygja teimum tilmælum vit fáa, so væl sum tilber.
Og viðhvørt mugu vit seta óneyðug tiltøk í verk ímóti summum fyri at fáa semjur og aðrar tíðir mugu vit skera ígjøgnum, sigur John Petersen.
Annars ber ikki til, at leggja fiskivinnupolitikkin eftir tí, sum einstaklingar halda.
Gera vit tað, verður í hvussu so er onki skil í fiskivinnupolitikkinum
Vit mugu skera ígjøgnum og hugsa um at fáa sum mest burturúr fyri heildina, sigur John Petersen.
Men sjálvandi lurta vit eftir vinnuni og serfrøðingurin so langt sum tilber
Hann gongur heldur ikki við til, at hann er úti eftir útróðrinum.
Eg havi boðað frá, at eg kundi hugsa mær, at vit um summari friðaðu allan bleytan botn, uttan har trolbátarnir liggja, fyri øllum reiðskapi, uttan snelluni.
Hetta tí at snellumenn hava verið ónøgdir við at tað er onki at fáa aftur hjá snelluni, har línan hevur verið.
John Petersen sigur, at hann kom ikki so langt í ár, men tekur málið upp til næsta summar.