Bæði Anfinn Kallsberg, løgmaður og Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, vóru hjástæddir, tá ætlanin at gera Drelnes til oljuhavn burturav varð avdúkað alment á Hotel Hafnia í gjár.
Tað er Danbor Service í Esbjerg, sum er eitt av mongu dótturfeløgunum í stóra AP. Møller samtakinum, ið saman við myndugleikum og vinnulívi á Tvøroyri hevur staðið fyri fyrireikingunum.
Undir hátíðarhaldinum í gjár varð eitt stórt modell av Drelnesi avdúkað. Modellið vísir Drelnes, soleiðis sum tað kann fara at síggja út, tá ein oljuútgerðarhavn har er vorðin veruleiki - við nútímans kei-, havna- og goymslufacilitetum.
Talan er um stóra og sera áhugaverda verkætlan, sum, tá avtornar, er mett at kosta einar 50 mill. kr. Her er so bæði talan um íløgur í havnina ol. og um rakstaríløgur annars.
Eftir avdúkingina í gjár fingu umboð fyri landsstýrið, løgtingið og myndugleikar og vinnulív á Tvøroyri eina kunning um verkætlanina.
Alstóran týdning
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er ein av fleiri undangongumonnum aftanfyri fyrireikingarnar. Hann sigur, at ein komandi oljuhavn fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og her ikki minst fyri Suðuroynna, um avgjørt verður at brúka Drelnes til útgerðarhavn hjá eini komandi oljuvinnu.
-Sum eitt av randarøkjunum við fallandi fólkatali vóna vit at fáa vælvild frá øllum til ætlanina at gera Drelnes út til útgerðarhavn.
Steen Hansen, deildarleiðari fyri flutning hjá Danbor Service í Esbjerg, ið rekur einastu oljuútgerðarhavnina í Danmark, er komin til Føroya fyri at avdúka modellið og sjálva verkætlanina, ?Danbor Offshore Base, Drelnes?.
Steen Hansen sigur, at ætlanin var at avdúka verkætlanina fyri góðum mánað síðani, men verkfallið í Danmark forðaði hesum.
Fyreikingar í tvey ár
Tað eru tvey ár síðani, at farið varð undir fyrireikingarnar. Eitt samstarv kom í lag millum Tvøroyrar Kommunu og Danbor Service við tí endamáli at stovna eina útgerðarhavn á Drelnesi.
Tað er ikki av tilvild heldur, at tvørámenn hava vent sær til eina danska fyritøku sum Danbor Service. Útgerðarhavnin í Esbjerg hevur í meira enn 20 ár veitt tænastur til einasta framleiðaran av olju og gassi í danska partinum av Norðsjónum, DUC, (Dansk Undergrunds Consortium), ið AP. Møller samtakið eigur.
-Vit hava drúgvar royndir á økinum, og tað eru hesar royndir vit nú saman við føroyingum vilja gera brúk av í eini komandi føroyskari oljuvinnu sigur Steen Hansen.
Talan er um at gera eina íløgu uppá 25-35 mill. kr. í fyrstu atløgu. Men ætlanin er sjálvandi tengd at, hvat fer at henda á føroyska økinum, tvs. nær føroyingar fara at bjóða øki út til leiting.
Ætlanin er at skipa eitt felag við Danbor Service og so einum 2-3 føroyskum feløgum, ið so skulu eiga og reka útgerðarhavnina. Tað er ikki greitt, hvussu býtið verður millum hesi feløgini. Men Steen Hansen heldur tað er rímuligt, at Danbor Service við síni ekspertisu í hvussu er í byrjanini stendur fyri ætlanini. Men endamálið er at skipa hetta sum eitt samstarv millum føroysk og donsk áhugamál, og har føroysk arbeiðsmegi verður brúkt í mest møguligan mun sigur Steen Hansen.
Tað er ilt at siga, hvussu nógv arbeiðspláss verða knýtt at slíkari havn, men hjá Danbor í Esbjerg arbeiða í dag umleið 40 fólk.
-Tað er eisini greitt, at her verður talan um eitt nýtt slag av arbeiðsplássi fyri føroyingar, tí í eini útgerðarhavn mugu fólkini verða tøk allar 24 tímarnar. Tú mást verða klárur at fara til arbeiðis alt samdøgrið.
Drelnes besta plássið
Steen Hansen telist millum teirra, sum halda, at tað bert er brúk fyri eini útgerðarhavn í Føroyum. Hann heldur, at Drelnes er rætta plássið. M.a. liggur Drelnes nærri teimum økjum, sum roknað verður við, at ein leiting skal fara fram. Harnæst kann økið brúkast allar dagar á árinum, uttan mun til veður og vind. Dýpið er eisini í lagi.
Sjálvur heldur hann, at Drelnes í nógvar mátar líkist umstøðunum teir hava í Esbjerg. Tá útgerðarhavn skuldi gerast í Danmark, var Esbjerg valt, tí tað nettup hevði teir fyrimunir, sum Drelnes eisini hevur.
Sund ikki eins væl egnað
Uppá fyrispurning um ikki eisini Sund er vælegnað til oljuútgerðarhavn sigur Steen Hansen, at hann hevur verið á Sundi og metir hann ikki, at hetta plássið er eins væl egnað sum Drelnes. M.a. vísir hann á, at keiin er ikki nóg sterk til at kunna klára offshore operatiónir.
Haraftrat kemur, at siglingartíðin verður einar 4-5 tímar longri, enn um siglt verður uppá Drelnes.
Enn óvist
Steen Hansen sigur, at av tí at ein enn ikki veit, nær oljuleitingin byrjar og hvørji feløg verða við, so ber ikki nú til at siga nakað ítøkiligt um virksemi á Drelnesi.
-Tað veldst sjálvandi um, hvørjar kundar tvs. oljufeløg, vit fáa. Í løtuni finst eingin avtala við oljufeløg um at brúka Drelnes, men Steen Hansen sigur, at teir royna at lodda dýpið. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verður áhugi hjá oljufeløgunum at brúka Drelnes, tá ein hugsar um teir fyrimunir, sum helst verða við eini oljuútgerðarhavn har.
Enn verður so einki gjørt á Drelnesi. Men skuldi tað hent, at neyðugt er at fara í gongd so smátt, so ber til at rigga Drelnes til at taka ímóti útgerðarskipum ol. innan ein mánað. Talan verður í fyrstu atløgu um at brúka verandi bryggju. Nakað skal asfalterast ol.
Verður so farið í gongd av álvara, verður tað fyrst talan um at gera núverandi bryggjuna í stand. Hon er ikki nóg sterk til at taka ímóti stórum veitingarskipum. Verður hugsað um tað lidna projektið, so er ætlanin at gera umleið 100 metrar av nýggjari atløgusíðu, umframt teir bygningar, tangar og annað, ið brúk verður fyri á økinum.
Tað stendur eisini greitt, at í eini leitingarfasu verður ikki neyðugt við so nógvum facilitetum á landi, sum tá talan verður um veruliga framleiðslu av olju.