Fyri fyrstu ferð yvirhøvur royndi NSÍ seg í dag í europeiskari kapping.
Í fjør vunnu NSÍ kvinnurnar greipuna, og í dag spældu tær fyri fyrstu ferð í europeisku meistarakappingini.
Tær spældu í norðurmakedoniska høvuðsstaðnum Skopje. Mótstøðuliðið var Ljuboten, sum var á heimavølli, og heimaliðið vann 4-1 eftir 3-1 í fyrra hálvleiki.
NSÍ legði seg á odda í 12. minutti. Málskjútti var Rebekka Benbakoura, sum fekk fatur á bóltinum, tá ið ein av verjuspælarunum royndi seg við afturlegging. Rebekka sendi bóltin millum beinini á málverjanum og í málið. Harvið varð Rebekka søguligur málskjútti, tí hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá NSÍ kvinnunum í altjóða fótbólti.
Tríggjar minuttir eftir, at NSÍ hevði lagt seg á odda, svaraði heimaliðið aftur, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki og í síðsta minutti undan steðginum skoraði Ljuboten aftur og so var 3-1.
Tølini siga, at heimaliðið hevði 20 royndir ímóti málinum, og at NSÍ hevði 11 royndir. Heimaliðið hevði fýra hornaspørk, og NSÍ hevði tvey hornaspørk.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð 4-1 heimasigurin staðfestur.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at møguleikin hjá NSÍ at halda fram í kappingini er burtur. Seinni dysturin hjá NSÍ verður leygarmorgunin klokkan 11, tá ið mótstøðuliðið verður NSA úr bulgarska høvuðsstaðnum Sofía.
NSÍ: Rannvá við Streym – Jonnhild á Sondum (Lena Olsen, 66.), Sigrid Jacobsen (Naomi Hansen, 75.), Dania Olsen (Mirjam Huneck, 66.), Helga Mikkelsen (Natalia Olsen, 66.) – Evelin Mastropasqua – Brá Zakariasardóttir, Julia Mortensen, Sara Lamhauge, Rebekke Benbakoura (Emma Charlotta Knudsen, 83.) – Heidi Sevdal
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Abigail Mensah, Rúna Olsen
Gult kort: eingin
Venjari: Allan Dybczak