1997 vísti seg at verða eitt framúr gott ár fyri Realkreditstovnin.
Úrslitið fyri árið var eitt yvirskot uppá 47,1 mió. krónur aftaná skatt. Tá eru goldnar góðar 7,1 mió. krónur í rentuskatti.
Hóast góða úrslitið, so er rakstrarúrslitið heldur verri í 1997 enn í 1996. Hesum eru fleiri orsøkir fyri.
Rentuinntøkur stovnsins eru falnar við uml. 5 milliónum og tað er ikki so lítið tá husað verður um, at samlaðu rentuinntøkurnar av útlánum bert vóru 20,2 mió. krónur í 1997.
Samstundis eru rentuútreiðslurnar til virðisbrøv í umfer lækkaðar úr 12,2 mió. niður í 6,6 mió. kr.
Í 1997 hevur Realurin eftirgoldið rentuskat fyri farin ár. Knappar 1,4 mió. krónur eru brúktar til henda postin, sum í 1996 ikki var til.
Netto rentuavlopið fyri 1997 varð sostatt 24,6 mió. krónur ímóti 26,7 mió. árið fyri.
Rakstrarútreiðslurnar støðugar
Kostnaðurin fyri at reka Realkreditstovnin eru ikki broyttar stórvegis.
Útreiðslurnar til lønir og samsýningar eru eins stórar og tær vóru í 1996, ella góðar 1,4 mió. krónur.
Hinvegin eru aðrar umsitingarútreiðslur hækkaðar úr knøppum 800 upp í eina knappa millión.
Úrslitið av tí primera rakstrinum av stovninum er sostatt 22,3 mió. krónur ímóti 24,7 mió. krónur.
Stórur kursvinningur
Afturat tí vanliga rakstrinum hevur Realkreditstovnurin eisini inntøkur av virðisbrævahandli.
Stovnurin hevur bundið ein stóran part av tøka peninginum í virðisbrøv og hesi verða keypt og seld alt eftir kursvirði.
Og sigast má at hesin handil hevur hilnast stak væl hjá stovninum. Í 1997 hevði Realurin ein vinning uppá góðar 22 milliónir av virðisbævahandli. Í 1996 var hetta yvirskot umleið 11 mió. krónur.
Afturførdar avsetingar
Eins og allir aðrir fíggjarstovnar, sum hava við vinnulívið at gera, so hevur Realkreditstovnurin eisini verið noyddur til at gera avsetingar móti tapi.
Realkreditstovnurin fíggjar fiskivinnuna og tá tað er hesin parturin, sum hevur verið í einum djúpum aldudali, so eru avsetingarnar ein sjálvsøgd fylgja.
Avsetingarnar hjá Realinum eru gjørdar í samsvari við trygdarvirði fyri lánunum hjá stovninum og í mun til veðrættir stovnsins.
Síðan avsetingarnar vóru gjørdar eru tíðirnar broyttar. Gongd er komin á aftur fiskivinnuna og fíggjarligu umstøðurnar hjá skipunum er batnað.
Harvið er eisini vandin hjá Realinum fyri at missa útlæntan pening minkaður. Og tað sæst eisini aftur í roknskapinum.
Í 1997 afturførdi Realurin 2,5 mió. krónur av tí upphæddini sum var avsett og nú eru bert tíggju milliónir krónur eftir.
Á henda hátt koma vit til endaliga ársúrslitið uppá 47,1 mió. krónur.
Stovnurin sera væl fyri
Fíggjarliga er Realkreditstovnurin sera væl fyri.
Bert umleið helmingurin av samlaðu aktivunum er læntur út, meðan restin antin er brúkt til virðisbrøv ella stendur í peningastovni.
Realurin eigur fyri 189 mió. krónur í virðisbrøvum við ársenda og hevur heilar 55 milliónir í tøkum peningi.
Fíggjarstøðan javnvigar við hálvari milliard krónum og av hesum stava ikki minni enn knappar 440 milliónir krónur frá eginognini.
Tað vil siga at stovnurin stendur á einum sera tryggum fíggjarligum grundarlag.