Blágula ukrainska flaggið veittraði í dag yvir Kyiv, tá ukrainar hildu árliga tjóðarflaggdagin.
Við Fosturlandsminnismerkið í ukrainska høvuðsstaðnum varð landsins størsta tjóðarflagg vundið á stong undir einum almennum hátíðarhaldi.
Flaggdagurin verður hildin 23. august á hvørjum ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august.
Í ár verður dagurin aftur hildin, meðan landið er í kríggi. Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, og síðan hevur blágula flaggið fingið serligan týdning sum tekin um ukrainskt sjálvræði, mótstøðu og samanhald.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var við til hátíðarhaldið í Kyiv saman við ukrainskum hermonnum, politikarum og útlendskum gestum. Við hátíðarhaldið varð eisini mint á tey, sum hava latið lív í verjuni av Ukraina.
##med2##
Ukrainski tjóðarflaggdagurin varð settur á stovn í 2004. Dagurin sipar millum annað til 23. august 1991, tá ein bólkur av tjóðartingslimum bar blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska tjóðartinginum.
##med2##
Hetta var dagin fyri, at Ukraina kunngjørdi seg sum sjálvstøðugt ríki eftir at hava verið partur av Sovjetsamveldinum.
Blágula flaggið fekk formliga støðu sum tjóðarflagg hjá sjálvstøðuga Ukraina í januar 1992.













