Oddaliðini fylgjast

Fótbóltur: Kvinnuliðini hjá B36 og HB hava framvegis fult stigatal. HB fekk ikki møguleika fyri at bøta um málmunin, tí EB ikki fekk mannað lið til dystin í Gundadali

KÍ vann 3-0 í Leirvík og yvirhálaði EB á stigatalvuni, men annars hendu ikki tær stóru broytingarnar í bestu deildini hjá kvinnum um vikuskiftið.

B36 og HB hava framvegis fult stigatal fyri fýra dystir, meðan KÍ er beint í hølunum við níggju stigum, eisini fyri fýra dystir.

Í botninum broyttist einki annað, enn at NSÍ nú hevur spælt ein dyst fleiri enn Skála, sum hevði frí seinasta vikuskiftið.

Hvørki av liðunum hevur enn megnað at fingið stig, men NSÍ hevur verið nærri enn skálakvinnur, sum komandi sunnudag taka ímóti júst NSÍ til ein veruligan botngysara.

Eins og menninir vóru B36-kvinnurnar eisini í Runavík og spældu á Skálafjarðarstevnu. B36 vann sum væntað, men tað var als ikki nakar lættur sigur.

Oddaliðið vann 3-2 í einum hendingaríkum dysti, har B36-málverjin varð rikin av vølli heilt tíðliga í dystinum fyri eina neyðbremsu. B36 hevði ongan eykamálverja, og Katrin Lindberg, sum var ein av málskjúttunum í stórsigrinum á Skála næstseinasta vikuskifti, noyddist í málið at standa.

Sostatt vóru útlitini fyri at fáa eitt gott úrslit enn betri hjá NSÍ, men í staðin settu tær B36 í gongd við einum sjálvmáli stutt seinni, tá ein NSÍ-verjuleikari rakti bóltin skeivt, so hann endaði í málinum.

Tá fyrri hálvleikur var um at enda, økti Rakul Joensen, eftir at hon hevði fingið bóltin av einum NSÍ-leikara.

Nú vóru tvey mál á muni, og hetta kom illa við hjá NSÍ-liðnum. Men tær svaraðu aftur, tá ein triðingur var spældur av seinna hálvleiki. B36-málverjin fekk ikki hildið einum skoti, og Sunnfríð Nielsen var fyrst á leysa bóltinum, tá hann kom út í spæl aftur.

Men gleðin var stokkut, tí B36 slóg kontra í vinstru síðu, og Sólva Joensen fekk økt til 3-1.

Undirmannaða B36-liðið tók seg rættiliga langt aftur á vøllin í seinna hálvleiki, men NSÍ fekk eitt mál afturat, sum Irdi Hansen skeyt eftir trunkaspæl.

Men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa útjavnandi málið, hóast tað onkuntíð var nær við. Einu ferðina var bólturin í B36-málinum, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.

NSÍ fekk heldur einki stig burtur úr hesaferð, men liðið vísti enn einaferð, at tað so avgjørt kann gera seg galdandi, eisini móti teimum meira etableraðu liðunum í føroyskum kvinnufótbólti. Tað var í øllum førum torført at síggja, at hetta var ein dystur millum eitt lið við fullum stigatali og eitt, sum einki stig hevði.

Komandi sunnudag skal NSÍ inn á Skála at spæla, og har átti møguleikin at verið til staðar hjá teimum at koma á stigatalvuna, tí Skála hevur heldur einki stig fingið enn, og tær hava eisini tapt fleiri dystir rættiliga nógv í mun til NSÍ, sum í trimum av fimm dystum bert hevur verið eitt mál frá at fáa stig.


KÍ tók alt í Leirvík

Føroyameistararnir úr KÍ fingu eina ringa byrjan upp á kappingina. Í fyrsta umfari høvdu tær frí, og í næsta umfari, tá tær spældu sín fyrsta dyst, taptu tær 0-1 heima móti B36.

Men síðani er glið komið á, og sunnudagin komu trý stig afturat í hús, tá klaksvíkskvinnur vunnu í Leirvík.

Avgerandi løtan kom í byrjanini av seinna hálvleiki, tá dysturin stóð á vippuni. Men tá Rannvá Andreasen við einum góðum langskoti setti hol á fyri KÍ, loysnaði, og tá avtornaði vann KÍ 3-0.

Liðið úr Klaksvík hevði yvirvág í fyrra hálvleiki, men tað gekk striltið við at lirka væl mannaðu LÍF-verjuna upp. Men eftir leiðslumálið, sum kom júst tá LÍF hevði sína bestu løtu í dystinum, misti heimaliðið ondina, og stutt seinni økti Maria Jacobsen til 2-0, og so var liðugt.

Malena Josephsen tók seinni sakina í egnar hendur og setti fleiri LÍF-arar av, áðrenn hon legði bóltin í málið til 3-0, men tað vóru tvey tey fyrstu málini, sum avgjørdu dystin. Hevði tað verið LÍF og ikki KÍ, sum hevði fingið fyrsta málið tíðliga í seinna hálvleiki, ber illa til at siga, hvussu leikur hevði gingið, men KÍ gjørdi sína skyldu og er aftur væl við í FM-kappingini.

Komandi vikuskifti kemur HB til Klaksvíkar, og lítil ivi er um, at kravið til KÍ, um tær veruliga skulu gera seg galdandi, er ein sigur. KÍ hevur longu tapt einaferð á heimavølli, og enn ein ósigur á egnum graslíki verður tungur at taka inn aftur.


HB uttan dyst

Triði dysturin í hesum umfarinum skuldi spælast í Gundadali millum HB og EB, men tann dysturin varð av ongum.

EB hevur havt fleiri skaddar spælarar, og tá so onkur eisini var burturstaddur, sóu eiðiskvinnur seg ikki førar fyri at stilla við 11 spælarum á vøllinum. Sostatt vann HB dystin við málmuninum 0-0. Eitt sindur óheppið kortini, tí sum tað sær út nú, kann júst málmunurin gerast avgerandi. Fyri tveimum árum síðani kravdi KÍ at sleppa at spæla ein dyst móti Sumba, sum tær upprunaliga vunnu uttan dyst, tí málúrtøkan kundi gerast avgerandi. Tað gjørdist hann ikki, tá avtornaði, men eingin sigur, at tað ikki kann enda soleiðis í ár, so alt í alt ein óheppin støða.