Eisini FSV Vágar hevur sett nýggjan venjara til komandi kappingarár. Hetta varð almannakunngjørt leygardagin, tá tíðindafundur varð hildin á Hotel Vágum, har nýggjur sponsorsáttmáli við Vatnsoyrar Sni [...] er at ivast í, at tað eisini er málið hesaferð. So er spurningurin bara, hvørjar leikarar felagið hevur tøkar til hetta, tí sum vit áður hava skrivað, so tykjast onkrir av leikarunum at vera ávegis úr felagnum
Eftir eina laka byrjan, hevur føroyska útisetafelagið, Holte, av álvara fingið viðrák. Sunnudagin hevði liðið vitjan av Middelfart VK, og fyri stríðið um at sleppa við í endaspælið hevði hesin dysturin [...] fegin um stigini, sum av álvara hava fingið liðið við aftur í stríðið um plássini í endaspælinum. Her hevur liðið framvegis fýra stig upp til strikuna, men tað skal tó takast við, at Holte hevði av truplastu
stóra ávirkan á partabrævavirðið í felagnum, sum fall nógv ta fyrstu tíðina eftir handtøkuna. Tað hevur havt við sær, at ein av teimum størstu eigarunum í Yukos, Leonid Nezlin, nú roynir at selja ein part [...] eftir at Mikhail Khodorkovskij er tikin. Í hvussu fór hann til Ísraels fyrr í hesum mánaðinum, og har hevur hann nú fingið ríkisborgararætt.
18. Til adventshugnan eru øll sjálvandi hjartaliga vælkomin, siga tey í Vestmanna. Aftur hesaferð hevur kórið minst til tey eldru í bygdini, og hava tey í pensiónistafelagnum fingið ein innbjóðing. Adv [...] at fáa saman við góðum smyrjubreyð og okkurt søtt eisini. Kirkjukórið vónar stóra uppmøtingin, sum hevur víst seg hini árini, tí tess fleiri verða, jú hugaligari er at syngja felagssangin.
Í nógv ár hevur Fornminnissavn havt eitt ynski um at fáa eina lyft millum báðar hæddirnar í framsýningini í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Nú hevur Fornminnissavnið so tað gleði at kunna bjóða bæði rørslutarnaðum
avmarkingarbrunn longu næsta summar. Helst verður tað til tað, nú uppýsingarnar, ið brunnurin higartil hevur givið, síggja rættiliga positivar út. Gevur avmarkingarbrunnurin eitt gott úrslit, hvat roknað verður [...] við, so kann talan verða um at fara undir at byggja feltið út longu frá næsta ári. Cambobrunnurin hevur stóran týdning fyri komandi leiting á Føroyaøkinum. (sí kort á síðu 17) Hann liggur skamt frá markinum
samtyktini hevur stjórnin fylgt áheitanini frá Stórtinginum um at friða ein uppaftur størri part av Svalbard, so komandi ættarlið kunnu fáa gleði av teirri sjáldsomu náttúruni. Sambært ráðharranum hevur stjórnin
so seinastu tvey árini hevur felagið havt eitt hall á tilsamans 40 milliónir. Danska meistaraliðið hevði væntað at fingið størri inntøkur av sølu av spælararum, men hetta hevur ikki eydnast. Serliga ein
Løgreglan í Serbia hevur tikið 56 fólk, sum verða sett í samband við mroðið á Zoran Djindjic, forsætisráðharra. Millum tey tiknu eru átta limir í tí sokallaða Zemun-harkaliðnum, og ein teirra er fyrrverandi [...] revsing, verða tey eisini dømd. Nebosja Covic, sum var fíggjarmálaráðharri hjá Zoran Djindjic, men sum hevur tikið við sum fyribils forsætisráðharri, sigur, at teir, sum skipaðu fyri morðinum, høvdu sum mál
Løgreglan hevur umvikuskiftið tikið tveir bilførarar, ið væntandi fáa frádøming av koyrikortinum. Leygardagin um fimm tíðina máldi løgreglan ein bil at hava koyrt 125 kilometrar um tíman millum Hvalvík [...] var um vikuskiftið, og tað var í hesum sambandi, at førarin varð tikin. Løgreglan í Eysturoynni hevur eisini tikið ein førara um vikuskiftið, ið kann vænta sær frádøming av koyrikorti. Hesin bilførarin