Eftir eina laka byrjan, hevur føroyska útisetafelagið, Holte, av álvara fingið viðrák.
Sunnudagin hevði liðið vitjan av Middelfart VK, og fyri stríðið um at sleppa við í endaspælið hevði hesin dysturin sera stóran týdning.
Og tað eydnaðaðist hjá Holte at vinna dystin við 3-1. Settúrslitini vóru 21-25, 25,21, 25-17 og 28-26.
Og sum vefra man, so vóru tey í Holte fegin um stigini, sum av álvara hava fingið liðið við aftur í stríðið um plássini í endaspælinum. Her hevur liðið framvegis fýra stig upp til strikuna, men tað skal tó takast við, at Holte hevði av truplastu dystunum longu við kappingarbyrjan, so útlitini fyri at røkka endaspælinum tykjast vera á eini leið.