Norska stjórnin samtykti seinasta fríggjadag at friða fimm øki á Svalbard afturat.
Umhvørvisráðharrin, Børge Brende, sigur, at við teirri nýggju samtyktini hevur stjórnin fylgt áheitanini frá Stórtinginum um at friða ein uppaftur størri part av Svalbard, so komandi ættarlið kunnu fáa gleði av teirri sjáldsomu náttúruni. Sambært ráðharranum hevur stjórnin lagt seg eftir at friða tey økini, sum hava serligan áhuga hjá fremmandum ferðafólki.
Talan er um øki, sum tilsamasns eru næstan 4.500 ferkilometrar til víddar. Tað svarar til átta prosent av oyggjabólkinum, og hetta er tann størsta einstaka friðingin, síðani norsku myndugleikarnir fyrstu ferð friðaðu øki á Svalbard í 1973. Við teirri nýggju friðingini eru umleið 65 prosent av Svalbard lýst sum friðað øki, ,skrivar VG.