Løgreglan hevur umvikuskiftið tikið tveir bilførarar, ið væntandi fáa frádøming av koyrikortinum.
Leygardagin um fimm tíðina máldi løgreglan ein bil at hava koyrt 125 kilometrar um tíman millum Hvalvík og Hósvík. Bilførarin varð tikin beinanvegin og kann vænta sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað ber í sær, at førarin skal klára eina nýggja koyriroynd. Um førarin verður tikin í at bróta ferðslulógina næstu trý árini, missir hann koyrikortið treytaleyst. Sundalagsstevnan var um vikuskiftið, og tað var í hesum sambandi, at førarin varð tikin.
Løgreglan í Eysturoynni hevur eisini tikið ein førara um vikuskiftið, ið kann vænta sær frádøming av koyrikorti. Hesin bilførarin varð tikin í Leirvík sunnumorgunin klokkan 10, og hann var ávirkaður av rúsdrekka.