Eisini FSV Vágar hevur sett nýggjan venjara til komandi kappingarár. Hetta varð almannakunngjørt leygardagin, tá tíðindafundur varð hildin á Hotel Vágum, har nýggjur sponsorsáttmáli við Vatnsoyrar Snikkaravirki eisini varð undirskrivaður.
Nýggi venjarin hjá FS Vágum verður Jógvan Norðbúð, og við hesum má á ein hátt sigast, at FS Vágar leitar aftur á slóðina. Tá felagsliðið varð sett á stovn í 1994, var tað nevnliga eisini við Jógvani Norðbúð sum venjara. Tað kappingarárið flutti FSV upp í bestu deildina, og lítið er at ivast í, at tað eisini er málið hesaferð. So er spurningurin bara, hvørjar leikarar felagið hevur tøkar til hetta, tí sum vit áður hava skrivað, so tykjast onkrir av leikarunum at vera ávegis úr felagnum.










