Helst stórt oljufund við markið

Cambobrunnurin , sum varð boraður í fjør av Amerada Hess, Dong, ChevronTexaco og OMV er eftir øllum at døma eitt veruligt oljufund.

Oljufund


Hetta upplýsa keldur fyri Sosialinum. So stórar eru vónirnar til henda brunnin, at feløgini í løtuni umrøða spurningin um at bora ein avmarkingarbrunn longu næsta summar. Helst verður tað til tað, nú uppýsingarnar, ið brunnurin higartil hevur givið, síggja rættiliga positivar út. Gevur avmarkingarbrunnurin eitt gott úrslit, hvat roknað verður við, so kann talan verða um at fara undir at byggja feltið út longu frá næsta ári. Cambobrunnurin hevur stóran týdning fyri komandi leiting á Føroyaøkinum. (sí kort á síðu 17) Hann liggur skamt frá markinum og nærhendis 9 ára loyvinum hjá ENI og Føroya Kolvetni. Hann liggur eisini tætt upp at økjum, sum væntandi verða við í ein i 2. útbjóðing á landgrunninum.