Lyft til rørslutarnað

RØRSLUTARNAÐ
Tíðindaskriv

Í nógv ár hevur Fornminnissavn havt eitt ynski um at fáa eina lyft millum báðar hæddirnar í framsýningini í Brekkutúni 6 í Hoyvík.
Nú hevur Fornminnissavnið so tað gleði at kunna bjóða bæði rørslutarnaðum og øðrum í framsýningina mikudagin 3. desember kl. 10 at hátíðarhalda løtuna, tá ið lyftin alment verður tikin í nýtslu.
Leila Solmunde fyri MBF sigur nøkur orð um munin á at vera brekaður fyrr og nú og týdningin av atkomu til søvn oa. bæði fyri fólk í Føroyum og fyri ferðavinnuna.
Ein lítil serframsýning við hjálpartólum gjøgnum tíðina er sett upp í sambandi við dagin.
Aftaná verður ein kaffimunnur og ein køkubiti.
Øll eru vælkomin, sigur Føroya Fornminnissavn í tíðindaskrivi.