Stórt hall í Brøndby

Mánadagin kunngjørdi leiðslan í Brøndby ársroknskapin fyri 2002. Úrslitið var eitt stórt hall á góðar 25 milliónir krónur.

Brøndby gjørdi farna árið stóra íløgu í Brøndby Stadion, og byggingin sæst avgjørt aftur í roknskapinum. Í 2001 var úrslitið eitt hall á góðar 16 milliónir, so seinastu tvey árini hevur felagið havt eitt hall á tilsamans 40 milliónir.

Danska meistaraliðið hevði væntað at fingið størri inntøkur av sølu av spælararum, men hetta hevur ikki eydnast. Serliga ein søla av áleyparanum, Peter Madsen, hevði kunnað bøtt munandi um roknskapin, men honum eydnaðist bara einum leigusáttmála við týska felagið Wolfsburg.

Brøndby-leiðslan væntar eitt yvirskot á eina hálva millión fyri roknskaparárið 2003, men hetta er treytað av sølu av leikararum.