Herfyri varð stjórin í stóra russiska oljufelagnum Yukos, Mikhail Khodorkovskij, tikin og settur fastur, tí myndugleikarnir leggja hann undir at hava snýtt tað almenna fyri fleiri milliardir krónur.
Handtøkan fekk stóra ávirkan á partabrævavirðið í felagnum, sum fall nógv ta fyrstu tíðina eftir handtøkuna. Tað hevur havt við sær, at ein av teimum størstu eigarunum í Yukos, Leonid Nezlin, nú roynir at selja ein part av sínum partabrøvum av landinum. Hann vil ikki siga, um áhugi er, men váttar fyri Reuters, at samráðingar eru við einstakar útlendskar íleggjarar.
Leonid Nezlin man ikki kenna seg serliga tryggan, eftir at Mikhail Khodorkovskij er tikin. Í hvussu fór hann til Ísraels fyrr í hesum mánaðinum, og har hevur hann nú fingið ríkisborgararætt.










