seks skipini hjá Jóhan Páll Joensen. Men tað er ikki ætlanin at halda uppá skipini. - Vit fara nú at royna at selja skipini. Vit keyptu tey tí at vit eru pantahavarar í skipunum og vilja hava sum best burturúr [...] eru allir keyparar í somu skóm. - Tað eru fleiri, ið hava áhuga í at keypa skipini. Vit fara at fáa sum mest burturúr, og tað ger, at ongin fær fortrinsrættindi. Hvat annars er við virkinum spælir helst [...] greiðir stjórin í bankanum frá. Janus Petersen leggur afturat, at teir eru í samráðingum við ymiskar partar, og eru heilt víst opnir fyri at selja skipini, tí teir dríva ein banka og ikki eitt reiðarí.
spentum føroyskum línuflota, sum hevur ov lítið at fiska frammanundan og eru minkaðir í dagatali, tí at veiðitrýstið er ov stórt, er tað ikki annað enn rímuligt, at føroysku línuskipini sum mugu lata burturav [...] í egnum sjógvi til norðmenn, sleppa at fiska tað, sum okur fáa meira at fiska í norskum sjógvi í barentshavinum. Føroyingar hava sjálvir gjørt íløgur í skip til at fiska botnfiskin undir Føroyum við, og [...] botnfiski til aðrar at fiska, verður soleiðis tikið beinleiðis burturav teimum væntaðu intøkunum, sum hesar íløgunar vórðu gjørdar eftir, og eigur myndugleikin tí at syrga fyri, at hesi skip fáa aðrar
kommuna fer at greiða frá grundarlagnum undir ætlanini, arkitektar fara at tosa um verkætlanina og bygging, Munin fer at siga frá um lendið, vegir og annað, og umboð fyri fíggingarstovn fer at kunna um sølu [...] Runavík í morgun, verður høvið at fara at hyggja eftir lendinum og grundøkjunum á Høganesi Fyrsta byggistig av útstykkingarætlanini hjá Nes kommunu á Høganesi er við at koma undir land, og tí skipar kommunan [...] sølu og fíggingarmøguleikar. Eftir framløguna verður høvið at fara at hyggja eftir lendinum og grundøkjunum.
Endamálið við fiskamarknaðinum er at samla pening til námsferð komandi heyst. Tey hava gjørt av, at leiðin kemur at ganga til Azorurnar umvegis Portugal. Ætlanin er at verða fýra dagar í Portugal og átta [...] ætlanin her at vitja eitt fiskavirki í Portugal. Hetta er eitt ógvuliga stórt virkið, ið virkar mong sløg av fiski til matna. Eisini er ætlanin at gera minst tvær virkisvitjanir á Azorunum, umframt at ein fiskitúrur [...] skránni. Næmingarnir siga, at tey eru ógvuliga spent til komandi heyst, tí umframt námsferðina verður tann nýggi fiskivinnuskúlin tikin í nýtslu. Arbeiðið er byrjað, og sagt verður, at tað higartil hevur gingið
einum hotelli, at fulli maðurin sló Høgna Hoydal. Við Dimmalætting sigur formaður Tjóðveldisins, at hann ikki ætlar at melda tilburðin. Hann harmast sum vera man hendingina, men sigur, at maðurin, sum sló [...] sló, hevur biðið hann um umbering og gjørt honum greintt, at hendingin einki hevði við politikk at gera. - Eg kom bert at standa á skeivum stað til skeiva tíð, sigur hann við Dimmalætting. [...] føroyingur Tað var meðan Atlantsflog millumlendi í Bergen á veg til Vágar, at hendingin fór fram. Slagið var so mikið hart, at Høgni Hoydal nú gongur við stórum bláum og hovnum eyga. Hann noyddist á sk
Djurhuus sigur í tíðindaskrivi, at hann sjálvur hevur havt ábyrgdina av tí rakstrarhalli, sum sjónvarpið hevur havt í 1998 og 1999. Hann sigur, at nú tað hevur eydnast at fáa raksturin aftur í trygga legu [...] hevur hann gjørt av at leggja frá sær sum stjóri. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður hevur sett Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sum fyribils stjóra fyri Sjónvarp Føroya. Hann sigur, at persónliga samanfallið [...] skal skiljast sum ein liður í eini roynd at leggja almennu fjølmiðlastovnarnar saman. ? Politiska endamálið er framvegis, sum fráboðið í løgmansrøðuni á ólavsøku, at skipa tær báðar almennu rásirnar sum
eftir drápsmonnunum, men nú er komið fram, at menninir eftir øllum at døma fjala seg í Noregi. Norska løgreglan váttar, at hon hevur fingið at vita frá Interpol, at tann 28 ára gamli Milan Jursic og tann 26 [...] Vladimir Milisavljevic eftir øllum at døma fjala seg einastaðni í Suðurnoregi, men at teir nýta ikki hesi nøvnini longur. Serbiska løgreglan skal hava boðað Interpol frá, at tað helst vóru teir báðir menninir [...] limir í einum herviligum brotsmannaliði í Beograd. Hetta sama brotsmannaliðið er eisini lagt undir at hava myrt fyrrverandi serbiska forsetan Ican Stam-bolic umframt eini 50 onnur fólk. Liðið er eisini
Aftenposten, at tað er eitt stórur missur fyri norska samfelagið, at so nógv ungfólk eru arbeiðsleys. Hann sigur, at eyðkennini hjá hesum aldursbólkinum eru orka, mót, hugflog og dirvi at váða nakað, og [...] ørkymlaðar av, at arbeiðsloysið millum tey 20 til 25 ára gomlu er vaksið so nógv. Victor D. Norman, arbeiðsmálaráðharri, sigur, at tað er umráðandi, at tey ungu standa fremst í røðini, tá arbeiði er at fáa. [...] Norsk hagtøl vísa, at munandi fleiri fólk í aldrinum 20 til 25 ár eru arbeiðsleys nú enn fyri fáum árum síðani. Bara hetta seinasta árið er arbeiðsloysið í hesum aldursbólkinum vaksið heili 36 prosent
millum annað av, at læraralønirnar eru hækkaðar. Karsten Hansen vísir á, at í prosentum kann tað fara at tykjast, sum um oljumál fáa nógv hægri játtan enn í ár, men kemst hetta av, at Oljumálastýrið nú [...] og heislumál fara næsta ár at fáa væl hægri játtan, enn tey fingu á fíggjarlógini fyri ár 2000. Hetta sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í sambandi við, at landsstýrið í løtuni arbeiðir [...] skal umsita tey mál, ið hava við jarðfrøði at gera. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki koma nærri inn á, hvussu høgar játtanirnar til ávísu málsøkini fara at verða í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár
hátt hava við fráhaldsarbeiði at gera. Við at opna eina lúku finnur tú tríggjar bingoplátur. Yvirav plátunum eru 36 longu drigin bingotøl. So er bert at fara til verka at krossa av. Fyri hvørjar 1000 seðlar [...] vinningar fyri tilsamans 5.000 kr. T.v.s. at nærum 5. hvør seðil vinnur og at 50% av søluni fer til vinningar. Vinningarnir eru gávukort frá Keypssamtøkuni. Seðlarnir er at fáa frá Keypssamtøkunum runt landið [...] ár fer fráhaldsrørslan at selja teir sokallaðu expressbingo seðlarnar. Peningurin, sum kemur inn, fer til fráhaldsarbeiði á Fjalsgarði, sum fráhaldsrørslan eigur. Ætlanin er at bæði limafeløg hjá fráh