Drápsmenn fjala seg í Noregi

Interpol heldur, at tveir menn, sum myrdu serbiska forsætisráðharran Zoran Djindjic tann 12. mars, fjala seg í Noregi

Grækarismessudag varð serbiski forsætisráðharrin, Zoran Djindjic, myrdur uttan fyri stjórnarhúsini í Beograd. Síðani hava serbisku myndugleikarnir leita eftir drápsmonnunum, men nú er komið fram, at menninir eftir øllum at døma fjala seg í Noregi.
Norska løgreglan váttar, at hon hevur fingið at vita frá Interpol, at tann 28 ára gamli Milan Jursic og tann 26 ára gamli Vladimir Milisavljevic eftir øllum at døma fjala seg einastaðni í Suðurnoregi, men at teir nýta ikki hesi nøvnini longur.
Serbiska løgreglan skal hava boðað Interpol frá, at tað helst vóru teir báðir menninir, sum skutu Zoran Djindjic. Sambært løgregluni hava teir verið virknir limir í einum herviligum brotsmannaliði í Beograd. Hetta sama brotsmannaliðið er eisini lagt undir at hava myrt fyrrverandi serbiska forsetan Ican Stam-bolic umframt eini 50 onnur fólk. Liðið er eisini lagt undir fleiri burturflytingar.