Kunnandi fundur um sethúsabygging

Eftir framløguna, sum verður á Sjómansheiminum í Runavík í morgun, verður høvið at fara at hyggja eftir lendinum og grundøkjunum á Høganesi Fyrsta byggistig av útstykkingarætlanini hjá Nes kommunu á Høganesi er við at koma undir land, og tí skipar kommunan í morgun klokkan 10 fyri almennum fundi á Sjómansheiminum í Runavík, har kunnað verður um ætlanina.

Fyrsta byggistig í hesi ætlan fevnir um 29 sethús og fýra íbúðarblokkar.

Á almenna fundinum fyrrapartin í dag verður verkætlanin løgd fram. Nes kommuna fer at greiða frá grundarlagnum undir ætlanini, arkitektar fara at tosa um verkætlanina og bygging, Munin fer at siga frá um lendið, vegir og annað, og umboð fyri fíggingarstovn fer at kunna um sølu og fíggingarmøguleikar.

Eftir framløguna verður høvið at fara at hyggja eftir lendinum og grundøkjunum.