Høgni Hoydal fekk nevan í andlitið á einum hotelli í Bergen týskvøldið. Álopsmaðurin var ein fullur føroyingur
Tað var meðan Atlantsflog millumlendi í Bergen á veg til Vágar, at hendingin fór fram.
Slagið var so mikið hart, at Høgni Hoydal nú gongur við stórum bláum og hovnum eyga. Hann noyddist á skaðastovuna tíðliga gjáramorgunin.
Tað var meðan flogfarið var í Bergen, og ferðafólkini vóra á einum hotelli, at fulli maðurin sló Høgna Hoydal.
Við Dimmalætting sigur formaður Tjóðveldisins, at hann ikki ætlar at melda tilburðin. Hann harmast sum vera man hendingina, men sigur, at maðurin, sum sló, hevur biðið hann um umbering og gjørt honum greintt, at hendingin einki hevði við politikk at gera.
- Eg kom bert at standa á skeivum stað til skeiva tíð, sigur hann við Dimmalætting.