Norðmenn skulu fiska meira undir Føroyum, altso burturav av frá einum frammanundan hart spentum føroyskum línuflota, sum hevur ov lítið at fiska frammanundan og eru minkaðir í dagatali, tí at veiðitrýstið er ov stórt, er tað ikki annað enn rímuligt, at føroysku línuskipini sum mugu lata burturav sínum tilfongi í egnum sjógvi til norðmenn, sleppa at fiska tað, sum okur fáa meira at fiska í norskum sjógvi í barentshavinum.
Føroyingar hava sjálvir gjørt íløgur í skip til at fiska botnfiskin undir Føroyum við, og tað sum verður latið burturav hesum botnfiski til aðrar at fiska, verður soleiðis tikið beinleiðis burturav teimum væntaðu intøkunum, sum hesar íløgunar vórðu gjørdar eftir, og eigur myndugleikin tí at syrga fyri, at hesi skip fáa aðrar inntøkur fyri tað, sum tey missa við hesum sáttmála.










