EXPRESS BINGO

    

Aftur í ár fer fráhaldsrørslan at selja teir sokallaðu expressbingo seðlarnar. Peningurin, sum kemur inn, fer til fráhaldsarbeiði á Fjalsgarði, sum fráhaldsrørslan eigur. Ætlanin er at bæði limafeløg hjá fráhaldsrørsluni, onnur feløg, áhugabólkar, skúlaflokkar o.o. fyri henda pening skulu kunna hava tiltøk á Fjalsgarði, sum á ein ella annan hátt hava við fráhaldsarbeiði at gera.

Við at opna eina lúku finnur tú tríggjar bingoplátur. Yvirav plátunum eru 36 longu drigin bingotøl.

So er bert at fara til verka at krossa av.

Fyri hvørjar 1000 seðlar eru 180 vinningar fyri tilsamans 5.000 kr. T.v.s. at nærum 5. hvør seðil vinnur og at 50% av søluni fer til vinningar.

Vinningarnir eru gávukort frá Keypssamtøkuni. Seðlarnir er at fáa frá Keypssamtøkunum runt landið. Bindiklubbar og onnur kunnu eisini bíleggja bingoplátur á tlf. 332900.