Leygarmorgunin verður fiskamarknaður í gongugøtuni í Havn. Tað er 1 HIF, ið gongur í fiskivinnuskúlanum í Vestmanna ið stílar fyri. Endamálið við fiskamarknaðinum er at samla pening til námsferð komandi heyst. Tey hava gjørt av, at leiðin kemur at ganga til Azorurnar umvegis Portugal. Ætlanin er at verða fýra dagar í Portugal og átta dagar á Azorunum. Eitt nú er ætlanin her at vitja eitt fiskavirki í Portugal. Hetta er eitt ógvuliga stórt virkið, ið virkar mong sløg av fiski til matna. Eisini er ætlanin at gera minst tvær virkisvitjanir á Azorunum, umframt at ein fiskitúrur eisini skal vera á skránni.










