Føroya Banki er ikki eitt reiðarí

Tað var Føroya Banki, sum í gjár keypti tey seks skipini hjá Jóhan Páll Joensen. Men tað er ikki ætlanin at halda uppá skipini.

- Vit fara nú at royna at selja skipini. Vit keyptu tey tí at vit eru pantahavarar í skipunum og vilja hava sum best burturúr, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.

Sambært stjóranum eru allir keyparar í somu skóm.

- Tað eru fleiri, ið hava áhuga í at keypa skipini. Vit fara at fáa sum mest burturúr, og tað ger, at ongin fær fortrinsrættindi. Hvat annars er við virkinum spælir helst ongan leiklut, greiðir stjórin í bankanum frá. Janus Petersen leggur afturat, at teir eru í samráðingum við ymiskar partar, og eru heilt víst opnir fyri at selja skipini, tí teir dríva ein banka og ikki eitt reiðarí.