Tróndur Djurhuus farin frá sum sjónvarpsstjóri

Tróndur Djurhuus hevur nú lagt frá sær sum sjónvarpsstjóri. Hetta ger landsstýrismaðurin í kringvarpsmálum, Tórbjørn Jaocbsen greit.

Tróndur Djurhuus sigur í tíðindaskrivi, at hann sjálvur hevur havt ábyrgdina av tí rakstrarhalli, sum sjónvarpið hevur havt í 1998 og 1999. Hann sigur, at nú tað hevur eydnast at fáa raksturin aftur í trygga legu, hevur hann gjørt av at leggja frá sær sum stjóri.

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður hevur sett Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sum fyribils stjóra fyri Sjónvarp Føroya. Hann sigur, at persónliga samanfallið á ongan hátt skal skiljast sum ein liður í eini roynd at leggja almennu fjølmiðlastovnarnar saman.


? Politiska endamálið er framvegis, sum fráboðið í løgmansrøðuni á ólavsøku, at skipa tær báðar almennu rásirnar sum sjálvstøðugar almennar fyritøkur. Tað fyrireikandi arbeiðið er komið so mikið langt, at tað fer at fáa politiska viðgerð í næstum, sigur landsstýrismaðurin.

Tá framtíðarleisturin er lagdur, verður nýggjur sjónvarpsstjóri settur, sigur Tórbjørn Jacobsen.