álvara og gaman. Tú vart so løtt í sinni og elskaði at spæla býtt, so tú fekst okkum øll at flenna í tárum at tær. Eg minnist tá eg fortaldi tær, at vit skuldu taka ring uppá. Tú var skjót og spurdi, um [...] báðar, og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari. Tú vart bara 18 ár, tá tú flutti út til Jákup at búgva; hann var sjómaður og ofta vóru túrarnir langir. Eg minnist at tú spurdi mammu, um tú kundi hava [...] “Minst til, at ringurin er rundur og ongan enda hevur”. Tað var 7/1-1987 og 24 ár eftir, 7/1-2011 bar Mortan teg til gravar. Tú vart sera góð við pabba, og tað var svárt hjá honum at missa teg. At hann skuldi
Hugaligt var týsmorgunin at hoyra tríggjar ungar kvinnur í Kringvarpinum, og sum høvdu sett sær eitt mál í summar: At vilja ferðast til allar bygdir í Føroyum. Meðan onnur taka avgerð um at halda summarfrítíð [...] øðrvísi. Fyri tær var eingin ivi um, at ein mátti kenna sítt egna land fyrst, áðrenn ein fór burtur í onnur lond í somu ørindum. Tær ynsktu við hesum at gera hugtakið "at ferðast í egnum landi" til veruleika [...] egna land vera so ymiskur. Men við at vitja allar bygdirnar, og við at fáa eina mynd, eitt inntrykk og eitt "andlit" uppá hvørja einastu bygd, fer hetta helst seint at hvørva úr minni teirra. Á henda hátt
júst hetta, at hesi fremmandu skulu læra seg tað lokala málið, og ikki minst læra eina aðra mentan enn teirra egnu at kenna. Og tað sigur Majors seg av sonnum hava gjørt: - Tað er stórur munur at búgva í einum [...] tora at taka við hesum tilboðnum ella avbjóðingini. Men tey sum hava verið við í AFS - og ikki minst tey sum hava havt ein útlendskan AFS'ara búgvandi - duga at siga eina aðra søgu: Eina søgu um, at tey [...] AFS Føroyar arbeiðir við at senda føroyskar næmingar avstað til onnur lond hvørt summar og taka ímóti næmingunum, ið koma til Føroya at búgva. Felagsskapurin AFS er ikki knýttur at nakrari trúgv, politiskari
ætlanum er, at tað er ikki fyri tey bláu eyguni hjá kommununum og borgarunum, at landspolitikarnir vilja leggja málsøkini út. Endamálið er eittans, og tað er at sleppa landskassanum undan at gjalda fyri [...] er, at tann hart royndi Vinnuháskúlan skal skrykkjast upp við rót og flytast í onkran útjaðara. Tað stendur í fíggjarlógini. Vit hava eisini verið vitni til, at tá tingið ikki hevur fleiri pengar at reka [...] meta eftir gongdini seinast, so verða eini ræðutíðindi fyri og onnur eftir at frætta komandi vikurnar og mánaðirnar. Nú kom upp, at eldra fólkið á sambýlum skal rinda ikki minni enn 2000 krónur meir um mánaðin
ið dømdi, at italskir myndugleikar hava brotið nevndu greinar. Tað merkir, at dómstólurin staðfestir, at italskir myndugleikar hava avmarkað tryggjaða rættin í sáttmálanum hjá foreldrum at útbúgva teirra [...] italskir myndugleikar gjørt seg inn á rættin hjá børnum at trúgva ella ikki at trúgva. Dómurin svarar spurninginum, um tað samsvarar við mannarættindi, at átrúnaðarligar ímyndir eru sjónligar í hølum, sum [...] undir at kanna løgfrøðiliga, um nevndi dómur hevur avleiðingar við sær fyri Føroyar og okkara skúla. Tað kann ikki vera rætt, at vit í Føroyum t.d. skulu ivast í, um vit kunnu loyva okkum framvegis at hava
víðskygni. Obama hevur ásannað, at USA hevur meira at vinna enn at missa við at samstarva við Kina. Hóast USA ikki kann góðtaka politisku skipanina í Kina og mangan hvassliga finnst at mannarættindatøðuni har [...] USA alt at vinna við at fara í tættari samstarv við sterkasta landið í Asia. Hartil kemur at mannarættindi kanska kunnu batna av meira samstarvi. Tað eru í hesum høpi teir eygleiðarar, sum halda, at USA hevur [...] sterkasta búskap. Altjóða búskaparfrøðingar meta, at Kina um eini tíggju fimtan ár fer fram um USA, væl at merkja, um alt gongur sum nú. Afturat hesum kemur, at amerikanskar fyritøkur, bankar og sjálv stjórnin
tíma ella hava tíð at koyra runt til sniðgevar fyri at forvitnast, vísir Beinta á. Hon leggur afturat, at hon hevur verið nærum fult bókað alla vikuna, so hon hevði ikki havt tíð at tikið sær av teimum [...] Tey bóka tíð hjá mær, og eg kann taka mær góða tíð at práta við tey, uttan at tað er annað, sum forstýrar. Sjálvt um tey mugu koyra eina løtu fyri at koma út higar, so havi eg bara fingið positivar vi [...] Hon sigur, at hon sjálvandi kann missa nakrar kundar, sum kanska høvdu dottið um hennara merki, meðan teir gingu millum básarnar á messuni, men hon heldur, at tað er talan um so fáar kundar, at tað ikki
afturat, at hon vil hava gjøgnumskygni í felagnum, og fer at royna at fáa meiri virðing fyri fakinum, og eina virðiligari løn til limirnar. – Og so haldi eg eisini, at stundin er komin til, at ein kvinna [...] eru nógv fakfeløg, sum nóg illa klára at manna nevndirnar, og tí fegnist eg, at so stórur áhugi er. Eg fegnist eisini um broytingarnar vit hava gjørt, soleiðis at fólk verða stillað upp tveir mánaðir áðrenn [...] mars, sigur fráfarandi formaðurin. Hann leggur afturat, at ein stór avbjóðing er at kunna úttala seg um nøkur viðurskifti, sum eisini kunnu merkja, at mann gongur ímóti sínum egnu limum. – Vit hava mál við
sneytarar Stjórin helt, at Tony Paris nýtti nógva tíð at blanda seg upp í slíkt, sum hann einki hevði við at gera. Hann brúkti tað, sum fólk vanliga rópa »hentar býttlingar« at sneyta um leikarar og leiðslu [...] billaði mær inn at sita og avgera framtíðina hjá Christian Lundberg, segði Palli Ziskason. Stjórin segði, at hann viðhvørt varð spurdur, hvussu stóð til við peningi at keypa spælarar fyri, men at hann aldrin [...] vitnini byrjaði Palli Ziskason við at greiða eitt sindur frá sínum tilknýti til KÍ og serliga til S/pf KÍ. Hann fekk ein fyrispurning einaferð í 2005 um at verða við til at stovna eitt felag sum kundi taka
føroysk viðurskifti, so merkir fótarøktin, at eini fýra fólk sleppa undan at missa ein gongulim, tí tey fáa fótarøkt, sigur Kristianna Rein. Víðari greiðir hon frá, at øll tilgongdin í einari amputatión kostar [...] uppskotinum fyri at skerja fótarøktina, sum sambært diabetesfelagnum er, at tað er eitt slag av kosmetiskari viðger, als ikki heldur. – Um tey siga, at tað er kosmetisk viðger, so er tað púra skeivt. Hetta [...] uppskoti almannaráðnum at broyta kunngerð um hjálparráð. Pensjónistafelagið vísti á, at tað ikki var tilskilað, hvør skuldi bera kostnaðin av hesi viðgerð, og tí metir felagið, at tað verður lagt út til