Meðan tað mesta av mótamessuni gongur fyri seg í miðbýarøkinum í Keypmannahavn, so heldur Beinta Poulsen, sum eigur merkið Soul Made, seg burtur frá resinum.
- Eg havi fyrr verið ein partur av messuni og havt ein bás, har øll hini eru, men tað eru fleiri vansar við tí. Fyri tað fyrsta er tað ógvuliga rokaligt. Har er larmur og stress og sera nógv fólk. Tað er eitt sindur verri at geva sær góða tíð at tosa við kundan, og tænastan verður tí kanska ikki eins góð, greiðir Beinta frá.
Hon er framvegis ein partur av mótavikuni í Keypmannahavn, men á sín egna hátt.
- Nú bjóði eg heldur kundunum út higar í okkara vanliga showroom hjá Soul Made, sum liggur í Kastrup. Tey bóka tíð hjá mær, og eg kann taka mær góða tíð at práta við tey, uttan at tað er annað, sum forstýrar. Sjálvt um tey mugu koyra eina løtu fyri at koma út higar, so havi eg bara fingið positivar viðmerkingar frá kundunum, vísir Beinta á.
Hon sigur, at hon sjálvandi kann missa nakrar kundar, sum kanska høvdu dottið um hennara merki, meðan teir gingu millum básarnar á messuni, men hon heldur, at tað er talan um so fáar kundar, at tað ikki er vert tað.
- Tey flestu hava tikið avgerð, áðrenn tey fara heimaífrá, um hvat tey vilja keypa. Hevur tú eina avtalu, so hevur tú ein ordra, tí innkeypararnir hvørki tíma ella hava tíð at koyra runt til sniðgevar fyri at forvitnast, vísir Beinta á.
Hon leggur afturat, at hon hevur verið nærum fult bókað alla vikuna, so hon hevði ikki havt tíð at tikið sær av teimum spontanu kundunum, sum kundu víst seg til stóru messurnar, allíkavæl.
Týskland
Meðan vit eru og hitta Beintu, hevur hon vitjan av einum týskum innkeypara. Og tað er serliga uttanlands, at hon selir síni klæði.
- Hesa vikuna eru tað bara útlendskir keyparar, sum koma at hitta meg, og Týskland er ein av teimum marknaðunum, har eg merki vaksandi áhuga, greiðir Beinta frá.
Í vikuni, sum er eftir Copenhagen Fashion Week, er Beinta aftur fult bókað, hesuferð við donskum innkeyparum.
Hon sigur, at hon hevur merkt ein fíggjarligan aldudal, beint tá kreppan herjaði harðast, men hon heldur, at tað er um at venda nú.
- Tað var kritiskt eina tíð, men nú havi eg lært av tí, og havi innrættað meg eftir, at fólk ikki hava so nógvar pengar, og at handlar kunnu fara í gjaldssteðg. Millum annað geri eg nú ikki so stórar kollektiónir, sum eg gjørdi fyrr, greiðir Beinta frá.
- Eg leggi meg eftir at gera smáar, men góðar kollektiónir. Mín stílur er tó enn hin sami. Mær dámar væl tað feminina og vakra, men nú tann rái stílurin er so nógv frammi, hava smá element av tí ráa eisini sníkt seg inn.
- Litirnir í vetur verða klassiskir, tað verður nógv svart, grátt, hvítt og blátt, og tað verður ikki so nógv sprell í, sum tað var seinasta vetur. Eg haldi, at klassiskt er eitt gott orð at lýsa mótan fyri 2010 við, sigur Beinta Poulsen at enda, áðrenn hon tekur ímóti næsta kundanum.