Amerikanski forsetin, Donald Trump, fær rós frá fyrrverandi forsetunum, Joe Biden og Bill Clinton, fyri arbeiði sítt við friðarætlanini fyri Gaza.
Tað veit tíðindastovan, NTB, at siga.
– Eg rósi Trump forseta og hansara toymi fyri arbeiðið at fáa eina endurnýggjaða vápnahvíldaravtalu upp á pláss, skrivar Joe Biden á X, fyrrverandi Twitter.
Bill Clinton er eisini positiv um arbeiðið hjá Donald Trump.
– Trump forseti og stjórn hansara, Katar og aðrir partar hava stórt rós uppiborið, skrivar fyrrverandi forsetin, Bill Clinton á X.