Í hesum døgum er Obama forseti á ferð í Asia, har hann millum onnur lond vitjar Japan og Kina. Stórur altjóða áhugi er fyri ferðini og hesin áhugi stavar ikki minst frá tí sermerktu støðu, sum er galdandi millum Kina og USA. Tað er ikki langt síðan, at Kina í USA varð mett sum ein hóttan móti støðu USA sum heimsins leiðandi og veruliga einasta stórveldi. Men nú er vent í holuni. Búskaparliga framgongdin í Kina stavandi frá polititiskum og búskaparligum broytingum og altjóðagerðini hevur tikið allan heimin og ikki minst USA á bóli. Kina hevur heimsins skjótasta vaksandi búskap, og Kina tekur seg stútt og støðugt inn á USA í kappingini um heimsins sterkasta búskap. Altjóða búskaparfrøðingar meta, at Kina um eini tíggju fimtan ár fer fram um USA, væl at merkja, um alt gongur sum nú. Afturat hesum kemur, at amerikanskar fyritøkur, bankar og sjálv stjórnin hava lánt og framvegis lána stórar upphæddir í Kina. Alt hetta hevur elvt til nýggj og broytt viðurskiftin landana millum.
Bushstjórnin nýtti harðligan málbur mótvegis Kina og almennt varð Ríkið í Miðjuni, sum Kina ofta nevnist, mangan avmyndað sum ein hóttan og ein leivd frá kommunistiska tíðarbilinum, sum var á veg í søguna. Fokus var við røttum sett á tróttandi mannarættindi, hóast USA kanska ikki hevur so nógv at lata onnur hoyra á hesum øki. Hetta hendi alt, samstundis sum USA lánti nógvan pening úr Kina og handilsjavnvágin millum stórveldini bæði alt meira gjørdist til fyrimunar fyr Kina.
Hetta var á mangan hátt ein lítið haldgóð støða, og Obama hevur tískil broytt málburðin mótvegis Kina. Men hann hevur broytt annað og meira enn málburðin. Hann mælir beinleiðis til at broyta myndina av Kina frá at vera ein hóttan til at vera ein samstarvspartur hjá USA. Eygleiðarar eru bilsnir av Obama, samstundis sum teir viðurkenna hansara víðskygni. Obama hevur ásannað, at USA hevur meira at vinna enn at missa við at samstarva við Kina. Hóast USA ikki kann góðtaka politisku skipanina í Kina og mangan hvassliga finnst at mannarættindatøðuni har, so hevur USA alt at vinna við at fara í tættari samstarv við sterkasta landið í Asia. Hartil kemur at mannarættindi kanska kunnu batna av meira samstarvi. Tað eru í hesum høpi teir eygleiðarar, sum halda, at USA hevur einki annað val. Kina er vorðið so sterkt hernaðarliga og búskaparliga, samstundis sum stórveldið hevur ein so skjótt vaksandi leiklut í Asia og Afrika, at USA heilt einfalt noyðist at meta Kina javnt við USA sjálvt. Heimsmyndin er við at broytast í stórum og Obama er tann fyrsti amerikanski forsetin sum hevur ásannað hetta og hevur dirvið til at siga tað.
Tað er við hesi ásannan í føringinum, at Obama vitjar eitt Kina, sum hóast stórar trupulleikar á mongum økjum hevur tikið plássið hjá ávikavist Japan og India á asiatiska oddaliðinum. Nú ræður sambært Obama um samstarv og samarbeiði í staðin fyri konfrontatión. Hetta er einfalt ein av mongum forteytum fyri, at heimurin skal hóra undan øllum teimum politisku, umhvørvisligu, búskaparligu og menningarligu trupulleikum, sum heimurin líður undir.









