Pól F yrkir í einum av kendastu fosturlandssangum okkara soleiðis:
Av øllum londum í eyst og vest,
er føðilandið mær hjarta næst,
hitt fjallaheimið
í sorg sum gleimi
mær dámar best.
Hugaligt var týsmorgunin at hoyra tríggjar ungar kvinnur í Kringvarpinum, og sum høvdu sett sær eitt mál í summar: At vilja ferðast til allar bygdir í Føroyum.
Meðan onnur taka avgerð um at halda summarfrítíð sína, heilt ella lutvíst í øðrum londum, høvdu Barbara í Stórustovu, Bryndis Hjartardóttir og Katrin Christophersen valt tað øðrvísi. Fyri tær var eingin ivi um, at ein mátti kenna sítt egna land fyrst, áðrenn ein fór burtur í onnur lond í somu ørindum.
Tær ynsktu við hesum at gera hugtakið "at ferðast í egnum landi" til veruleika. Og vónandi fáa tær tríggjar nógvar góðar upplivingar á ferðini. Við hesi verkætlan síni hava tær somuleiðis ruddað slóð fyri øðrum ungum. Hjá nógvum ungum man kunnleikin og kanska eisini áhugin til okkara egna land vera so ymiskur. Men við at vitja allar bygdirnar, og við at fáa eina mynd, eitt inntrykk og eitt "andlit" uppá hvørja einastu bygd, fer hetta helst seint at hvørva úr minni teirra. Á henda hátt hava tær havt føroyska landalæru eftir umskrivaða hugtakinum "learning by visiting".
Tær tríggjar genturnar høvdu tó nøkur hjartasuff í sambandi: Kring oyggjarnar vanta upplýsandi skelti til tann ferðandi í ólukkumát. Víst varð millum annað á, at einki skelti boðaði frá, hvussu og ikki minst hvar, ein slapp besta vegin niðan á hægsta fjall okkara, Slættaratind.
Fyri føroyingin er hetta ikki eins stórur trupulleiki, sum tað er hjá tí fremmanda, - hetta við skeltingini. Hóast t.d. Landsverk hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at skelta landsvegirnar, sær út til at ferðavinna hevur verið heldur sparin á hesum økinum. Her hevði hjálpt munandi við fleiri skeltum og stuttum frásagnum um staðið og tað "seværdiga" sum ger hetta ávísa økið til nakað serstakt.
Her kundu bæði almennir og ikki minst kommunalir myndugleikar við eitt sindur av fíggjarligari játtan, gjørt tað munandi lættari hjá teim ferðandi at vitja kring landið hesaferðina - og vónandi aftur, júst so sum boðskapurin ljóðaði í farnu viku um møguleikarnar at økja ferðavinnuna munandi her á landi.
Fyri at hetta skal gerast, er neyðugt at myndugleikar, ferðavinnan, ferðasmiðir, landsverk og øll onnur áhugað seta seg saman at gera eina ætlan, og finna fram til støð og viðurskifti, har tað haltar. Tær tríggjar genturnar søgdu eisini, at tær máttu brúka donsku (!) bókina "Turen går til Færøerne" fyri at fáa sum mest burtur úr ferðini. Her hevði ein føroysk útgáva verið kærkomin, og hevði lætt um, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Næsta stigið kundi so verið at sett neyðug skelti upp, har tørvur er og annars hildið fram við at gjørt umstøðurnar hjá ferðavinnuni so optimalar sum vit øll ynskja tað.
Eitt stórt arbeiði er longu gjørt. Eingin ivi er um, at enn vantar nógv í. Men ein lítil og sjónlig byrjan, kann menna seg til nakað stórt. Tað er framvegis so, at alt ger mun.
citat
"Ein má kenna sítt egna land fyrst, áðrenn ein fer burtur í onnur lond
mynd av ferðavinnu










