Vælferðarføroyar í fillum: Fótarøkt má ómøguligt sparast

Kristianna Rein, forkvinna í diabetesfelagnum, heldur sera lítið um ætlanirnar hjá almannaráðnum at strika stuðulin til fótarøkt hjá diabetikarum. – Tað kann verða, at mann sparir eina millión við at strika stuðulin til fótarøkt, men tað kann kosta fýra milliónir í amputatiónum av fótum, sigur hon. Jens Andreasen, deildarlækni á landssjúkrahúsinum, heldur ætlanirnar vera keðiligar

Fríggjadagin skrivaði Sosialurin millum annað um støðuna hjá diabetikarum í Føroyum, og hvørjar sparingar hava rakt hesar sjúklingar. Eitt av hesum evnum eru ætlanirnar hjá almannamálaráðnum at spara fótarøktina hjá diabetessjúklingum burtur.

Kristiann Rein, forkvinna í diabetesfelagnum, mótmælir harðliga hesum spariætlanum.

Sambært forkvinnuni í diabetikararfelagnum kann inntrivið geva eina samlaða sparing upp á 1,4 millión.

– Taka vit donsk tøl og leggja tey til føroysk viðurskifti, so merkir fótarøktin, at eini fýra fólk sleppa undan at missa ein gongulim, tí tey fáa fótarøkt, sigur Kristianna Rein.

Víðari greiðir hon frá, at øll tilgongdin í einari amputatión kostar umleið eina millión, og tí verður ongin sparing.

–Tað kann vera, at mann sparir eina millión við at skera fótarøktina, men tað kann kosta fýra milliónir í amputatiónum av fótum, sigur hon.

Fótarøkt kostar landinum umleið 2000 krónur um árið fyri hvønn brúkara, og tað eru einir 700, ið nýta hetta tilboð. Tí er tað, at Kristianna Rein metir samlaðu sparingina vera 1,4 millión krónur.


Ikki kosmetikkur

Jens Andreasen, deildarlækni á diabetesambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum, vísir á, at argumentið í uppskotinum fyri at skerja fótarøktina, sum sambært diabetesfelagnum er, at tað er eitt slag av kosmetiskari viðger, als ikki heldur.

– Um tey siga, at tað er kosmetisk viðger, so er tað púra skeivt. Hetta er fyribyrgjandi viðger, sum ger lívið hjá diabetikarum nógv lættari. Tó eru tað helst ikki heili fýra amputatiónir, sum vera fyribirgnar árliga, men vit síggja ikki sár á sama hátt, sum vit ofta fáa vístar aðrastaðni. So tað er heilt víst, at hesar møguligur skerjingar eru øgiliga keðiligar, sigur Jens Andreasen.


Ikki spurd

Uppskotið um at skerja stuðulin til fótarøkt er ikki komið so langt, men hoyringsfreistin var úti fyri nøkrum døgum síðan, og pensjónistafelagið mótmælti 31. august hesum uppskoti almannaráðnum at broyta kunngerð um hjálparráð.

Pensjónistafelagið vísti á, at tað ikki var tilskilað, hvør skuldi bera kostnaðin av hesi viðgerð, og tí metir felagið, at tað verður lagt út til brúkaran.

– Vit eru als ikki spurd um hetta uppskotið, og tað undrar okkum, tí diabetikarar fara veruliga at merkja hetta inntrivið. Tað virkar sum, at landið spakuliga vilja taka alt frá diabetikarum, sigur Kristianna Rein.

Í hesum sambandi vísir hon sparingarnar í heilivági og skerjingini av kosttilskotinum.

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, vil í løtuni ikki gera viðmerkingar til málini, sum vóru borin fram fríggjadagin, men staðfestir, at hon vil at gera viðmerkingar seinni.


KASSI

Kunnu missa gongulimir

Fær ein diabetessjúklingur eitt sár á beinið ella fótin, so sæst bara ein lítil partur av sárinum. Kroppurin hjá sjúklinginum megna ikki at grøða sárini, og so spreiðir sári seg í kroppinum. Bruni kemur í, og tá kann hetta hava við sær, at sárið spreiðir seg til beinagrindina, og tá má gongulimurin skerast burtur.

– Tey leggja upp til, at sjúklingarnir sjálvir skulu taka sær av síni fótarøkt, men diabetikarar eru ofta komnir upp í árini, og hava trupulleikar við eygunum, samstundis, sum motorikkurin hjá teimum ikki er so góður, og tí kunnu tey illa gera nakað sjálvi, sigur Kristianna Rein.