Barnabati varð sett á stovn hin 22. mars 1980, og í dag verður 45 ára hátíðarhald í Listasavni Føroya kl 14. Endamálið hjá Barnabata er at virka fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum, og eftir at Føroyar tóku undir við Barnarættindasáttmálanum hjá ST í 1989, hevur virksemið hjá Barnabata tikið støði í hesum sáttmála.
Sum smágenta havi eg nógv góð minni frá Barnabata. Mamma mín, Marna Signy Olsen, var ein av stovnarunum av Barnabata. Virksemi helt fyrst til í Vági, men bleiv síðani flutt til Havnar í 1980. Tað varð gjørt nógv arbeiði til tess at fáa savna inn pengar til Barnabata. Eitt átak, sum eg sum smágenta minnist serliga væl vóru teir vælumtóktu jólakalendararnir, sum eg gekk runt við í Vági og seldi fyri Barnabata. Hetta hevur verið miðskeiðis í 80 unum. Hugskotið var ómetaliga gott, tí man hevði fingið eitt listafólk at prýða kalendararnar, sum vóru so hugtakandi og stuttligir, m.a. var tað Bárður Jákupsson, sum evnaði til teir fyrstu kalendarararnar. Handan lúkurnar vóru eisini stuttligar myndir, og hvønn morgun varð ein søga lisin upp í útvarpinum. Eg minnist hvussu nógv eg gleddi meg til at lurta hvønn morgun, tá søgurnar blivu lisnar upp, tað var onki margglæti og stórir pakkar, men ein hugnalig samvera rundanum morgunmatarborðið, áðrenn farið var í skúla. Hetta eru hugfarslig og góð barnaminni.
Mamma mín sat í 20 samanhangandi ár í nevndini fyri Barnabata, og eg minnist allar ferðirnar við mammu til Havnar, tá hon og Gudrun Kristiansen skuldu á fund við Barnabata. Eg minnist prátið heima hjá okkum og umborð á Smyrli, og hvussu nógv tær løgdu í sítt arbeiði við hesum týðandi felagsskapi.
Barnabati kom á fíggjarlógina miðskeiðis í 1990 unum við 50 tús kr, hetta var í ringastu krepputíðum, og síðani er játtanin støðugt hækkað. Barnabati hevur víkað nógv um sitt virksemi, og hevur í dag fingið sítt kjølfesti í føroyska samfelagnum. Nevnast kann átakið “Betri vinir”, “Tú og eg ráðgevingin”, sum er ein hjálparlinja til børn, sum á ymsan hátt líða, jólahjálpin “í menniskjum góður tokki” og nógv onnur góð átøk, sum hava til endamáls at gera batar hjá børnum og betra um teirra trivnað. Tað hava verið so nógvar eldsálir, sum hava lagt nógv arbeiði í Barnabata ígjøgnum árini, og øll eiga tey eina hjartans tøkk fyri teirra ótroyttiliga arbeiði fyri at betra um korini hjá børnum í Føroyum. Í dag eru 2 starvfólk knýtt at arbeiðnum hjá Barnabata, Hedvig Johansdóttir aðalskrivari og Arnfríð Lützen, sum báðar gera eitt megnar arbeiði.
At enda vil eg ynskja Barnabata hjartaliga til lukku við teimum 45 árunum og blíðan byr í komandi døgum.
Annika Olsen











