Hitta fremmanda mentan heima við hús

AFS Í hesum døgum er nógv virksemi í føroysku deildini av AFS, hvør endamál er at senda og móttaka útskiftisnæmingar. Higar eru nevniliga komnir AFS'arar sum eru á skiftisuppihaldi í Danmark. Hesi hava so verið saman við teimum føroysku skiftisnæmingum hesar seinastu dagarnar. – Hetta hevur verið eitt sera gott ár, siga trý teirra sum hava verið her hetta seinasta árið – Majors Liu úr Eysturríki, og tær báðar Loreta Ladu úr Italia og Maaria Pihlajamäki úr Finlandi.

Fyri tann unga Majors Liu hevur uppihaldið her á landi verið at meta sum ein stór uppliving.

- Eg havi búð hjá eini góðari familju, og eri soleiðis komin at kenna tykkara samfelag, og eisini hvussu tað er liva í eini føroyskari familju, sigur hann á góðum føroyskum máli.

Ein partur av upplegginum hjá AFS er júst hetta, at hesi fremmandu skulu læra seg tað lokala málið, og ikki minst læra eina aðra mentan enn teirra egnu at kenna.

Og tað sigur Majors seg av sonnum hava gjørt:

- Tað er stórur munur at búgva í einum landi sum Eysturríki, og so flyta higar til Føroyar at búgva í eitt ár – eitt land sum er so fullkomuliga øðrvísi enn mítt heimland, slær hann fast. – Men tað hevur verið sera áhugavert, ikki minst tí, at vit í Eysturríki búgva í eini íbúð, men her havi eg búð í einum sethúsum.

Upprunaliga søkti hann til Danmarkar, men fekk seinni í boði at koma til Føroyar. Og hetta tók hann so av, hóast hann einki vistu um landið – hann var jú ikki føddur, tann minniliga dagin í 1990, tá Føroyar vunnu á eysturríkska landsliðnum í fótbólti.

- Man búnast eisini nógv eftir einum slíkum ári. Men kanska finnur man ikki ordiliga útav tí, fyrrenn ein kemur aftur til Eysturríkis.


Vertsfamiljur

Tað eru kanska tey sum ikki rættiliga vita, hvat ein vertsfamilja er - og tí heldur ikki tora at taka við hesum tilboðnum ella avbjóðingini.

Men tey sum hava verið við í AFS - og ikki minst tey sum hava havt ein útlendskan AFS'ara búgvandi - duga at siga eina aðra søgu:

Eina søgu um, at tey sjálvi á henda hátt kunnu hitta eina fremmanda mentan, uttan at ein neyðturviliga skal ferðast jørðina runt.

Tann útlendski skiftisnæmingurin gerst í roynd og veru partur av familjuni, og fær sínar dagligu skyldur, vinir og ítriv, eins og hann gongur í skúla saman við javnaldrum sínum.

AFS skapar eisini tann veruleikan, at ein er partur av eini familju sum hevur eyguni vend ímóti umheiminum og við áhuga at læra meiri um onnur fólkasløg.

Hetta kann gerast veruleikin hjá eini føroyskari familju. Hetta hava nógvar aðrar føroyskar familjur gjørt undanfarin ár, og hetta vóna tey í AFS Føroyar aftur fer at gerast veruleiki hetta komandi árið.

Vanliga koma einir tríggir slíkir næmingar til Føroyar, onkutíð fimm, meðan vit senda einar 12 slíkar til onnur lond um árið, onkutíð upp í 20.




Við AFS til onnur lond

AFS Føroyar er eitt økisfelag hjá AFS Interkultur, ið samskipar arbeiðið hjá AFS í Føroyum. AFS Føroyar arbeiðir við at senda føroyskar næmingar avstað til onnur lond hvørt summar og taka ímóti næmingunum, ið koma til Føroya at búgva.

Felagsskapurin AFS er ikki knýttur at nakrari trúgv, politiskari sannføring ella samfelagsligum bólki.

Høvuðsendamálið hjá AFS er, at øll menniskju skulu hava møguleika at uppliva og skilja aðrar mentanir og harvið virka fyri einum heimi við minni trupulleikum vegna skeivar fatanir av øðrum fólki, mentanum og siðum.

Meiri fæst at vita um AFS Føroyar við at ringja til Lilju Holm-Mortensen, tlf. 282991 ella við at vitja á Facebook-síðu teirra.



mynd