Mannarættindadómstólurin á vandaleið

Tað vekir undran og ekka, at mannarættindadómstólurin í Strassborg avsigur kristnar ímyndir. Mannarættindini eru sprottin úr kristnilæruni, og tað er púra rangvørgt, um mannarættindini nú skulu burturvísa kristindómin.

Tað er ræðandi, um vit í Føroyum skulu noyðast at dylja í almenna rúminum ein tann týdningarmesta grundarsteinin í okkara siðaarvi. Hetta var púra víst ikki tað, ið Løgtingið vildi, tá ið tingið samtykti, at Evropiski mannarættindasáttmálin skuldi fevna um Føroyar.

Fyrr í vikuni, hin 3. november, feldi Evropiski mannarættindadómstólurin í Strassborg dóm í málinum, um tað skal vera loyvt hjá almennum myndugleikum í Italia at hava kristkrossar (crucifix) og tílíkar trúarímyndir inni í skúlastovum. Sakarmálið var reist av kvinnu, sum hevur kært italskar myndugleikar fyri at bróta Grein 2 í Frumskjali 1 og Grein 9 í Evropiska mannarættindasáttmálanum.

Kvinnan fekk viðhald í Dómstólinum, ið dømdi, at italskir myndugleikar hava brotið nevndu greinar. Tað merkir, at dómstólurin staðfestir, at italskir myndugleikar hava avmarkað tryggjaða rættin í sáttmálanum hjá foreldrum at útbúgva teirra børn eftir sannføring foreldranna, og samstundis hava italskir myndugleikar gjørt seg inn á rættin hjá børnum at trúgva ella ikki at trúgva.  

Dómurin  svarar spurninginum, um tað samsvarar við mannarættindi, at átrúnaðarligar ímyndir eru sjónligar í hølum, sum almennir myndugleikar nýta, serstakliga í skúlastovum (‘in premises used by public authorities, and especially in classrooms’). Slíkar átrúnaðarligar ímyndir, í hesum føri Jesus á krossinum, skulu sambært hesum dómi ikki hanga á veggjum hjá almennum myndugleikum, og serstakliga ikki í skúlastovum. Italskir myndugleikar hava sagt seg vilja skjóta dómsavgerðina inn aftur fyri dómstólin til nýggja viðgerð.

Evropiski mannarættindasáttmálin er eisini galdandi í Føroyum við gildi frá 2000, eftir samtykt á Løgtingi. Her hjá okkum verður farið undir at kanna løgfrøðiliga, um nevndi dómur hevur avleiðingar við sær fyri Føroyar og okkara skúla. Tað kann ikki vera rætt, at vit í Føroyum t.d. skulu ivast í, um vit kunnu loyva okkum framvegis at hava eina áseting í grein 2 stk. 3 í fólkaskúlalógini, sum sigur, at ”Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling”. Onkur kann nú spyrja, um hetta eisini er brot á mannarættindini, og hvussu við undirvísing í kristni ella, hvat við sálmasanginum á morgni?

Eingin ivi skal vera um, at kristindómurin er eitt hitt týdningarmesta grundarlagið undir føroysku mentanini, og eg fari at gera alt fyri, at eingin dómur uttaneftir skal kúga okkara kristna siðaarv. Vit mugu ikki gloyma, at eitt týdningarmikið grundarlag fyri yvirhøvur at hava mannarættindi, er kristna boðið um næstrakærleika. Mannarættindini eru sprottin úr kristnilæruni, og er tað púra rangvørgt, um mannarættindini nú skulu burturvísa kristindómin. Tað er ógvuliga syrgiligt, um tað skal koma hagar til, at álitið millum fólk á Evropiska mannarættindasáttmálan verður undirgrivið av einum dómi, sum tykist hava gloymt tað jørðildi, ið er grundarlagið undir mannarættindunum. Vit vilja øll verja mannarættindini. Tí mugu tey ongantíð verða sett upp ímóti trúskapi okkara til átrúnaðarliga og mentanarliga kjølfesti Føroya.

Vit skulu vera á varðhaldi, men dómurin verður sum nevnt væntandi skotin inn til nýggja viðgerð, og vit í Føroyum mugu nú greiða løgfrøðiliga spurningin , áðrenn vit taka støðu til, um nøkur atgerð er neyðug til tess at verja okkara kristna siðaarv.

Í Tinganesi, hin 5. november 2009