Kravmiklari enn Obama

Palli Ziskason, sum var fyrsti stjóri í nýstovnaða S/pf KÍ í 2006, helt ikki nógv um øll krøvini frá Tony Paris, sum hann helt vóru størri enn frá einum amerikanskum forseta

Eins og hini vitnini byrjaði Palli Ziskason við at greiða eitt sindur frá sínum tilknýti til KÍ og serliga til S/pf KÍ.
Hann fekk ein fyrispurning einaferð í 2005 um at verða við til at stovna eitt felag sum kundi taka yvir frá S/pf KÍ Fyrisiting og eftir eina umhugsanartíð játtaði hann. Ferð kom ikki reiðiliga á, fyrr enn ein fundur varð hildin í Ítróttahøllini millum nakrar áhugaðar sponsorar og onnur fólk við tilknýti til KÍ, eini 12-15 í tali, og tá varð hann spurdur, um hann hevði áhuga at gerast stjóri í felagnum.
Hann nevndi, at eftir áheitan frá Hans Hansen varð ein kvinna vald í nevndina eftirsum felagið eisini skuldi reka fyrsta kvinnulið hjá KÍ, og valið fall á Elisabeth Akursmørk.
Eins og Aksel V. Johannesen vísti Palli Ziskason aftur øllum svansi í umsitingini og vísti á, at teir enntá fingu eyka avsláttur fyri at vera góðir gjaldarar.
Hann segði eisini, at Tony Paris setti sera stór krøv til bæði eitt og annað. Tað skuldi ikki vera hvørt sum helst hús hann vildi búgva í, tað skuldi bæði vera nýtt og liggja væl fyri. Somuleiðis setti hann seg ikki inn í hvønn sum helst bil.
Um talan so var um amerikanska forsetan, høvdu krøvini ikki veirð størri, segði Palli Ziskason.

Hevði sneytarar
Stjórin helt, at Tony Paris nýtti nógva tíð at blanda seg upp í slíkt, sum hann einki hevði við at gera. Hann brúkti tað, sum fólk vanliga rópa »hentar býttlingar« at sneyta um leikarar og leiðslu.
Hann nevndi Christian Lundberg sum dømi. Hann kom til Klaksvíkar í mai/juni 2006 við drúgvum royndum frá bæði donskum og útlendskum fótbólti, og skoraði eina rúgvu av málum upp á stutta tíð. Hann var sera væl umtóktur av Tony Paris, men hetta fekk ein brattan enda.
Ein dagin hittust vit heilt tilvildarliga inni á einum matstaði og fingu ein kopp av kaffi saman. Líka tilvildarliga kom táverandi hjálparvenjarin inn og sá okkum, og ikki meiri enn hálvan tíma seinni var venjarin í telefonini og spurdi hvat eg billaði mær inn at sita og avgera framtíðina hjá Christian Lundberg, segði Palli Ziskason.
Stjórin segði, at hann viðhvørt varð spurdur, hvussu stóð til við peningi at keypa spælarar fyri, men at hann aldrin blandaði seg í, hvørjir leikarar felagið ognaði sær.
Hann kom eisini inn á ein mail, sum Tony Paris hevði sent til FSF fyri at fáa teir at blanda seg í spurningin um, hvørt KÍ skuldi gjalda fyri eitt UEFA A-venjaraskeið, sum frá 2008 var neyðugt fyri at verða høvuðsvenjari í bestu føroysku deildini.
Sakførarin hjá Tony Paris spurdi, um hann helt at S/pf KÍ hevði hildi sáttmálarnar við leikarar og venjara svaraði stjórin, at tað helt hann.
Síðani kom Jens Wang inn á eina hending beint undan steypafinaluni í 2006, tá fleiri leikarar ætlaðu at fara í verkfall, men hetta segði Palli Ziskason stavaði frá, at einum leikara langt fyri teirra tíð skuldi havt verið lovað ein bil, og tá Christian Lundberg hoyrdi orsøkina, var verkfallið avblást og finalan spæld.