Maud Wang Hansen, leiðari á verkstaðnum Vón, og Jógvan Philbrow, leiðari á dagstovninum/frítíðarskúlanum Kambi, eru at velja ímillum, tá aðalfundur verður í Føroya Pedagogfelag tann 20. mars.
Somuleiðis skulu tveir nevndarlimir veljast, og har hava sjey fólk bjóðað seg fram, men tað ber ikki til at fáa upplýst, hvørji hesi eru.
– Eg haldi tað vera øgiliga gott, at so nógv bjóða seg fram, sigur Jarvin F. Hansen, formaður í felagnum, sum ikki hevur valt at bjóða seg fram aftur.
Jógvan Philbrow
Annað av evnunum, sum limir í pedagogfelagnum, kunnu velja til nýggjan formann í felagnum er Jógvan Philbrow, og hann sær tað sum sína skyldu at bjóða seg fram.
– Eg havi sitið í nevndini í fimm ár, og eg havi tí innlit í tað sum krevst. Eg havi eisini verið við til tvær sáttmálasamráðingar áður, og eg kenni meg tí kláran til komandi samráðingarnar, sum verða serstakliga harðar, sigur Jógvan Philbrow, sum umframt at sita í nevndini í pedagogfelagnum er leiðari á frítíðarskúlanum Kambi í Fuglafirði.
Maud Wang Hansen
Hitt evnið hevur stillað upp áður. Til seinasta val í pedagogfelagnum bjóðaði Maud Wang Hansen, sum eisini er leiðari á verkstaðnum Vón, seg eisini fram, og tá metti hon seg fáa so mikið nógvar atkvøður, at tað er nærmast ein sjálvfylgja, at hon bjóðar seg fram aftur.
Høvuðsmálini hjá henni verða betri virðing fyri fakinum, og ein dialogur við allar viðkomandi partar.
– Eg eri klár til ein dialog við arbeiðsgevarar og limir á ein semjusøkjandi hátt. Námsfrøðin skal á breddan, og í staðin fyri orðið ansins, skulu orðini námsfrøði og menning verða nýtt, sigur Maud Wang Hansen.
Hon leggur afturat, at hon vil hava gjøgnumskygni í felagnum, og fer at royna at fáa meiri virðing fyri fakinum, og eina virðiligari løn til limirnar.
– Og so haldi eg eisini, at stundin er komin til, at ein kvinna aftur er leiðari í pedagogfelagnum, sigur Maud Wang Hansen.
Fegnast um undirtøkuna
Núverandi formaðurin í pedagogfelagnum, Jarvin F. Hansen, fegnast stórliga um áhugan fyri felagnum.
– Tað eru nógv fakfeløg, sum nóg illa klára at manna nevndirnar, og tí fegnist eg, at so stórur áhugi er. Eg fegnist eisini um broytingarnar vit hava gjørt, soleiðis at fólk verða stillað upp tveir mánaðir áðrenn fundin, tí so vita tey, hvat tey skulu inn til, sigur Jarvin F. Hansen.
Nógvar avbjóðingar
Jarvin F. Hansen vil ikki siga, hvønn hann heldur vera betri egnaðan av valevnunum til sessin hjá honum, men hann staðfestir, at tað verða nógvar avbjóðingar hjá komandi formanninum.
– Fyrsta uppgávan vera sáttmálasamráðingarnar, men tað eru eisini øll hini tungu málini, sum koyra í løtuni, sum eisini fara at vera eftir 20. mars, sigur fráfarandi formaðurin.
Hann leggur afturat, at ein stór avbjóðing er at kunna úttala seg um nøkur viðurskifti, sum eisini kunnu merkja, at mann gongur ímóti sínum egnu limum.
– Vit hava mál við Nærverkinum, men fleiri av teimum, sum starvast har eru eisini limir hjá okkum, so tað kunnu koma nógvar ymiskar avbjóðingar.
Somuleiðis staðfestir Jarvin F. Hansen, at formaðurin í Pedagogfelagnum altíð má verða klárur við einum svari til miðlarnar.
– Formaðurin skal tora at fara ígjøgnum kjøthakkimaskinuna í miðlunum í mun til øll viðurskifti, staðfestir Jarvin F. Hansen.









